Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

8 av 13 býráðslimum í Tórshavn hava alment starv

John William Joensen

Ymiskt er hvussu ymisku bý- og bygdarráðini eru samansett og ein lesari hevur kanna samansetingina av Tórshavnar býráð. Summir býráðslimir eru úr familum sum í fimm ættarlið hava havt alment starv

Fyri kortum fingum vit ein ónavngivnan brævbjálva inn gjøgnum dyrnar við einum lepa, sum vísti til heimasíðuna www.manningin.com

Á hesi síðuni er eitt yvirlit yvir samansetingina av trimum teimum seinastu býráðnum í Tórshavnar Kommunu og her sæst m.a. at ein stórur meiriluti av býráðslimum í høvuðsstaðar kommununi hava alment starv.

Sambært heimasíðuni eru nakrir býráðslimir úr familum sum hava havt almenn størv í fleiri ættarlið og í báðar ættir.

Av tí at keldan til upplýsingarnar ikki var upplýst vildu vit í fyrstu atløgu ikki taka søguna upp, men tá hon annars er rættilga "ófarlig" og kanska hugvekjandi og upplagt evni til kjak um samanseting av bý- og bygdarráðum ella løgtingið – so hildu vit at søgan tó hevði áhugað millum lesarar.

Heimasíðan kann síggjast á www.manningin.com

Til samanberingar er støðan í Klaksvíkar Kommunu tann at har er ein meiriluti av býráðslimum úr vinnuni – nevniliga sjey av 11.

Hví viðkomandi heldur at upplýsingarnir eru áhugaverdir skal kanska síggjast í ljósinum av at fleiri kommunur í hesum døgum hækka skattin.

Sambært eigaranum á heimasíðuni halda tey sum hava alment starv at hægri skattir merkja fleiri inntøkur, meðan teir býráðslimir sum hava vinnilgt starv síggja skattin sum eina útreiðslu.