Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

8 nýggir lærlingar í ArtiCon

ArtiCon

8 nýggir lærlingar eru byrjaðir 2. mai í handverkara læru hjá ArtiCon. Felagið móttók sera nógvar og góðar umsóknir, eftir at freistin var útið 18. apríl

8 nýggir lærlingar eru byrjaðir 2. mai í handverkara læru hjá ArtiCon. Felagið móttók sera nógvar og góðar umsóknir, eftir at freistinvar útið 18. apríl

Fyrstu vikuna fara lærlingarnir at fylgja eini serligari innleiðslu skrá, har lærlingarnir verða settir væl inn í øll vikurskifti, hvussu tað er at vera lærlingur í ArtiCon.

ArtiCon leggur stóra orku í, at lærlingarnir fáa eina dygdargóða útbúgving, har tað er trygt at fara víðari á yrkisleiðini eftir lokna útbúgving og at trivnaðurin er góður í og eftir lærutíðina.

Lærlingarnir fara at læra innan hesi fak: timbur, múrarafakið, betong, jørð og kloakk. Tá lærlingarnir standa við síni útbúgving, kunnuteir kalla seg húsasmið, byggismið ella múrara.

Lærutíðin er 4 ár, harav 55 vikur eru á tekniska skúla í Føroyum, eins ognakrir lærlingar skulu í skúla í Danmark.

Útbúgvingin sumhandverkari gevur góðar møguleikar á arbeiðsmarknaðinum og til at fara undir víðari lesnað.