Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

8. umfar í Effodeildini: Metingar

Jákup Ósá

Seinasta vikuskiftið fingu vit nógvar javnleikir og tað er ikki óhugsandi, at vit eisini fáa í 8. umfarinum.

Fríggjakvøldið byrjar 8. umfar í Effodeildini, tá Víkingur og NSÍ spæla í Sarpugerði. Seinasta umfar endaðu tríggir av fimm dystum við javnleiki og tað sigur okkum kanska, at liðini eru rættuliga jøvn í ár og serliga í løtuni, sum tey flestu eisini væntaðu áðrenn kappingina.

Víkingur-NSÍ

Víkingur hevur verið eitt stórt vónbrot í ár. Avrikini hava verið á einari leið í nøkrum dystum, men tað gongur illa at halda høvdið kalt, tá 3 stig skulu vinnast heim. Hesaferð hevur Hallur Hansson, sum hevur verið eitt tað størsta vónbrotið í Effodeildini í ár, leikbann. Og hóast hann hevur verið langt frá sínum besta formi, so er hópurin hjá Víkingi so mikið smalur, at tað kann fara at merkjast, tí sjálvt ein Hallur í minni góðum formi er betri enn teir flestu av hinum leikarunum, sum Víkingur hevur at velja av. NSÍ hevur ongan útidyst vunnið í ár og í seinasta dystinum á heimavølli móti KÍ var eina stigið tað einasta, sum NSÍ kundi brúka, tí teir spældu illa. Hinvegin vísti NSÍ í báðum dystunum við Margáir, at teir kunnu bíta frá sær á útivølli móti góðum liðum. Víkingur er áleið í somu støðu sum EB/Streymur, har vit hava góð lið, sum enn ikki eru komin í gongd, so lagt er upp til ein javnan dyst. Helst verður leikferðin høg og intensiteturin høgur, meðan sjálvt fótbóltsspælið neyvan fylgir við, tá vit hava seinastu dystirnar hjá liðunum í huga. Tipping: X

B68-HB

B68 vísti seinasta dyst móti Skála, at teir ikki duga at skapa ein fótbóltsdyst og tað er heldur ikki so óvæntað. Tí tað koma teir neyvan at gera ofta í ár. Hinvegin kunnu toftamenn fegnast um, at teir eru yvir niðurflytingarstrikuni og at teir hava fingið stig í trimum av fýra heimadystum. HB tykist hava funnið sín spælistíl í ár, tí vit síggja ikki stórvegis broytingar. Tað er ikki serliga flott spæl, men sera effektivt og kastar nógv stig av sær hjá FM vinnarunum. HB hevur betri fólk enn B68 á nærum øllum plássum og eiga ikki at hava trupulleikar við at fáa 3 stig á Svangaskarði. Tipping: 2

Skála-ÍF

Skála hevur eins og B68 fingið stig í trimum av sjey dystum. Tað er ikki heilt av leið hjá helst bíligasta hópinum í Effodeildini. Skála hevur bara spælt tveir heimadystir fyrr í ár. Frá tí fyrsta stórtapinum móti NSÍ og fram til javnleikin móti Víkingi sóu vit stóra framgongd á flestu økjunum. ÍF tykist vera eitt miðallið í ár. Teir vinna stórt og tapa stórt, meðan ÍF seinast fekk ein góðkendan javnleik á útivølli móti Víkingi. Spælið var ikki sannførandi og tí hevur Skála heilt vist ein møguleika her, um teir raka dagin. ÍF eru favorittar, tí teir á pappírinum hava eitt nógv betri lið við nógv fleiri royndum. Men Skála kann fáa stig á heimavølli, nú ÍF ikki hevur viðgongd. Tipping: X

EB/Streymur-AB

Ein dystur millum tvey særd lið. Hvørki EB/Streymur ella AB smílast í løtuni, tí tað hevur gingið illa í ár. EB/Streymur hevur ein tann besta hópin í Effodeildini á pappírinum og tað er ein katastrofa, at teir bara hava vunnið tveir av sjey dystum í ár við so nógvum góðum fótbóltsleikarum. Hjá AB er eitt sindur betri skiljandi, at úrslitini ikki hava verið góð. Liðið hevur manglað bæði verju profilin (Morten Overgaard) alt árið og álopsprofilin (Jóan Símun Edmundsson) størsta partin av árinum. Harumframt hevur útskiftingin verið stór, skaðarnir fleiri og mitt í øllum kom eitt venjaraskiftið. EB/Streymur hevur enn ikki tapt á heimavølli og móti einum liði við verri úrslitum, so eigur at fara at bragda hjá EB/Streymi sunnudagin. Tipping: 1

KÍ-B36

Longri grundgeving við tipping av hesum dystinum er í Norðlýsinum, sum fæst til keyps seinnapartin fríggjadagin.