Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

80% av teim eldru klára seg fysiskt

Oliver Joensen

Týskvøldið 30. September skipaði TIGN fyri sera áhugaverdum fundi um framtíðar eldraøki. Framløgufólkini vóru Ása Róin, Meta av Fløgum, Eyðfríð L. Jacobsen, Eyðun Christiansen og Hedevig Matras, ið høvdu framløgur.

Í yvirskriftini til fundin segði TIGN at ”Stóru broytingarnar innan eldraøkið og í fólkasamansetingini í føroyska samfelagnum í framtíðini gera tað alneyðugt at hugsa nýtt. Djúptøknar broytingar mugu gerast, ið skulu tryggja øllum eldri eina góða og samanhangandi tænastu, hóast fyritreytirnar hjá vælferðarsamfelagnum broytast.

Ása Róin, adjunktur í sjúkrarøktarfrøði hevði ein sera viðkomandi fyrilestur, har bólkurin av eldri fólki var evnið. Ása førdi millum annað fram, at tað var ikki skilagott at flokka øll, sum høvdu nátt 67 ár í ein og sama bólk. Hon vísti á, at 25 ár vóru á muni ímillum ein ið var 67 og ein ið var 91 ára gamalur. Hesi bæði høvdu sum vera man ikki sama tørv, tí aldursspennið var tað sama hjá einum 27 ára gomlum og einum 51 ára gomlum.

Somu rók ”gekk” Hedevig matras, fysioterapeutur og økisterapeutur í Norðoyggjum eisini á, hon vísti á, at umleið 80% av teimum, ið eru omanfyri 67 ára gomul klára seg sjálvi fysiskt.

Tað kom eisini fram á fundinum, at frameftir, so skulu vit øll gjalda inn til egna pensión, so longu nú er nakað gjørt fyri tey sum eldast í framtíðini.

Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum vísti á gongdina í fólkatalinum nú og 40 ár fram. Havast skal sjálvandi í huga, at Eyðun er stjóri fyri kommunurnar, ið skulu yvirtaka eldraøki og kjak er ímillum kommunur og landið um peningin, ið skal fylgja við.

Framløgan hjá Eyðuni líktist teimum framrokningum, ið vóru frammi tá eg var á handilsskúla í Keypmannahavn seinast í 60-unum. Tá var nærum ikki tosað um annað enn ”befolkningseksplositionen”, ið statistikarar tá komu við. Onkur fór tá somikið langt sum at siga, at í 2020 fóru bert fáir fermetrar at vera til hvønn íbúgva á jørðini.

Framrokningar av slíkum tølum skulu altíð takast við fyrivarni. Eitt sum ein beit merki í var, at roknað verður við, at líka nógv ung leita sær av landinum til útbúgvingar í framtíðini, sum nú. Tað kann væl vera at so verður, men tað skuldi verið løgið, um eitt nú rúmari ræsur fyri útbúgvingum á Fróðskaparsetrinum, matvøruútbúgvingarnar í Klaksvík, nýggi miðnámsskúlin í Havn og ikki minst, at fiskivinnan í alt størri mun setir vælútbúgvi fólk í vinnu, ikki skuldi fari at gjørt mun í framtíðini. Um so er at 80% av teim eldri fara at klára seg fysiskt og nærum øll fara at hava eina eftirløn, so fer helst at líkjast at tað fer at bera til at reka samfelagið eisini við fleiri pensionistum enn vit hava ídag.

Meta av Fløtum, leiðari í Heilsuhúsinum í Havn og Eyðfríð L. Jacobsen, leiðari á sosialu deild hjá Tórshavnar kommunu høvdu áhugaverd innlegg um hvussu Tórshavnar Kommuna hevur hugsað sær at skipa eldraøkið í framtíðini.

Fundurin hjá TIGN var áhugaverdur og væl fyriskipaður og má sigast at vera viðkomandi, tí nógv fólk vóru møtt til fundin hetta kvøldið í Ósáskúlanum.

Harleywoodpaint