Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

80 føroyingar við privatflogfari til Danmarkar á messu

Danial Viðoy

Í morgin byrjar ein messa í Fredericia. Og føroyingar koma í fleirtali.

Í morgin byrjar ein messa í Fredericia. Og føroyingar koma í fleirtali.

Týsdagin, í morgin, verður tann so kallaða MESSE C í Fredericia. Hetta er messa fyri bygnings-fakfólk, hondverkarar og onnur innan byggivinnuna. Væntandi fara eini 30.000 at leggja leiðini til Fredericia 1. til 4. mars, nú messan verður hildin fyri 17. ferð.

Fredericiaavisen.dk hevur umrøtt hesa messuna, men tað er ikki bert umfatandi messan, sum fær umtalu. Heimasíðan varpar nevniliga ljós á, at 80 føroyingar koma allan vegin úr Føroyum á messu við privatflogfari.

Heimasíðan skrivar soleiðis:

“Vi får besøg på messen af 80 håndværkere fra Thorshavn på Færøerne. Det viser interessen for messen fra hele Norden. Oven i købet har XL-BYG så valgt at flyve dem ind med privatfly. Det synes vi arrangører er et meget godt udtryk for, hvor stor betydning messen har som mødested for branchen.”

XL-Tórshavn hevur ikki spart, ljóðar frá Fredericiaavisen, men hevur gjørt eina góða tænastu fyri arbeiðarar sínar.

Greinin um teir 80 føroyingarnar kann lesast her.