Í gjárkvøldið hevði heimskendi lovsangsbólkurin Planetshakers konsert í Kelduni í Skálafirði
Í gjárkvøldið hevði heimskendi lovsangsbólkurin Planetshakers konsert í Kelduni í Skálafirði, har umleið 800 fólk lýddu á (ella rættari sagt: Livdu við).
Planetshakers, sum í løtuni eru á konsertferð um okkara leiðir, eru úr Australia og hava síðani 1997 givið út meira enn 20 fløgur og vunnið fleiri virðislønir.
Tey hava nógv á skránni á ferðini. Í kvøld hava tey konsert í Hollandi.
(myndirnar eru frá konsertini í gjárkvøldið)




