Tað er hjartarúm á Summar Festivalinum, sum nú hevur skipað nýtt tjaldøki í hjartanum á býnum. 800 fólk kunnu fáa pláss á tjaldøkinum.
Tað er hjartarúm á Summar Festivalinum, sum nú hevur skipað nýtt tjaldøki í hjartanum á býnum. 800 fólk kunnu fáa pláss á tjaldøkinum.
Fólk í túsundatali ætla sær til Klaksvíkar á Summar Festival í august mánaði, og tað setir stór krøv til býin, tá ið umræður gisting. Øll summarhús og gistingarhús í Norðoyggjum eru langt síðani bíløgd, og tað er eisini blivið fult til alternativa gisting, sum festivalurin skipar fyri – til dømis skúlagistingina. Í løtuni hava 200 húsvognar fingið pláss, men fleiri standa á bíðilista, og arbeitt verður við at finna teimum pláss.
Men nú er møguleiki at sleppa inn á nýggja tjaldingarøkið, sum verður mitt á festivaløkinum. Tjøld kunnu hesaferð setast upp á Akursmørk, sum liggur mitt í býnum, og sum áður hevur verið brúkt til spæliland.
Roknað verður við, at tað serliga verða ungfólk, sum fara at brúka hendan gistingarmøguleikan, men eitt serligt øki er eisini skipað til tilkomin fólk, hava tey hug at gista í tjaldi.
Bílegging av plássi fer fram á Norðoya Kunningarstovu.




