Finski bólkurin, The Rasmus, rockaði til eina áhoyrarafjøld, sum taldi meira enn 8000
Teir hava selt eitt milliónatal av fløgum og hava havt fleiri hitt kring í Evropa, stendur m.a. at lesa á heimasíðuni hjá Summarfestivalinum.
Fyri tey sum ikki kenna The Rasmus, og ikki vistu hvat var í vantu, gjørdist tað ein løtu við hørðum ópoleraðum rocki sum fekk áskoðarafjøldina at rokka.
Lauri Ylonen, Pauli Rantasalmi, Eero Heinonen og Aki fegnaðust stórliga um Summarfestivalin og Tá hittini rungaðu út úr hátalarunum fingu teir stóru mannamúgvuna at syngja við.
Fantastiskt, – og so er Summarfestivalurin 2006 bert byrjaður….




