Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

8000 harur skotnar í 2014

Danial Viðoy

Føroyingar hava verið raskir at skjóta harur í harutíðini 2014. Fyribils tøl siga, at 8004 harur eru skotnar á 879 túrum.

Føroyingar hava verið raskir at skjóta harur í harutíðini 2014. Fyribils tøl siga, at 8004 harur eru skotnar á 879 túrum.

Eyðfinn Magnussen, sum savnar haruhagtøl saman skrivar soleiðis á harubólkinum á Facebook:

Nú harutíðin er liðug, eru 8.004 harur skrásettar at verða skotnar í Føroyum á 879 túrum.
Hetta vísir ein fyribils samanteljing, men enn mangla nørkur tøl

ÚTIHAGIN Á BJØRGUM BESTUR

Raskastir hava teir verið í Útihaganum á Bjørgum í Vestmanna. Teir hava skotið 214 harur á 11 túrum. Teimum á baki koma tveir hagar, har teir hava skotið 202 harur í hvørjum haga: Sjeyndir í Tjørnuvík, har teir hava verið 12 túrar og Neshagi í Vestmanna, har teir hava verið 14 túrar.
Fyrivarni skal tó takast í hesi samanteljingin, tí kanska eru ikki øll tølini komin inn. Í Norðurtriðingur, Norðaripartur í Sørvági, siga teir, at teir hava skotið 203 haru, men bert 193 eru skrásetta á listanum, so kanska er onkur túrur hjá teimum, sum ikki er skrásettur enn

VESTMENINGAR RASKASTIR

Men raskasti eru vestmenningar. Av teimum átta bestu hagunum eru teir fýri í Vestmanna
Raskastir hava vestmenningar verið. Av átta teimum bestu haruhagunum, eru teir fýra í Vestmanna.