Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

83 færri valevnir stillaðu upp hesuferð

John William Joensen

Norðoya Sambandsfelag stillaði bert eitt valevni upp í Klaksvík og hetta gav felagnum fyrsta tingmannin síðan 1984.

Fólkaflokkurin
hevði eina afturgongd í norðoyggjum, men er framvegis nógv størsti flokkur. Jákup Mikkelsen bleiv fyrst valdur við 406 atkvøðum úr Norðoyggjum og einans 29 atkvøðum kring landið.

Annfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmaður, fekk 166 atkvøður kring landið og hetta vann honum tingsessin aftur.

Fólkaflokkurin í norðoyggjum hevði seks valevni og eingin ivi er um at hetta gjørdi at Fólkaflokkurin var í vanda fyri at missa annan tingsessin, um ikki fyrrverandi løgmaður fekk 166 atkvøður aðrastaðni.

Sambandsflokkurin
hevði bert eitt valevni úr Klaksvík og hann gjørdist toppskorðari í norðoyggjum við 467 atkvøðum, og við hesum valdu norðoyingar fyri fyrstu ferð síðan 1984 umboð fyri sambandsflokkin á ting.

Javnaðarflokkurin
stillaði fimm valevnir upp í norðoyggjum og har lógu trí valevni í fremstu røð við tí úrsliti, at flokkurin misti umboðan í í tinginum. Tó er møguleiki fyri at Eyðgunn Sámuelsen kemur í løgtingið, sum eykalimur, um flokkurin velur at koyra tingfólk út í landstýri – um flokkurin heldur fram í samgongu.

Sjálvstýrisflokkurin
valdi at stilla fýra valevnir upp í Norðoyggjum og fekk ikki umboðan. Skal sjálvstýrisflokkurin aftur fáa umboðan úr norðoyggjum kann flokkurin neyvan stillað fleiri enn eitt ella tvey valevni næstu ferð.

Tjóðveldi
skerdi uppstillingina og hetta gav eisini úrslit – men fyrrverandi løgtingsmaðurin, Heini O. Heinesen, hevði ikki verið valdur, um hann ikki fekk 128 atkvøður aðrastaðni – og tí verður uppstillingin hjá Tjóðveldinum í Norðoyggjum vantandi skerd meira til komandi løgtingsval.

Miðflokkurin
Støðan hjá Karsten Hansen í 266b málinum gjørdi, at hann fekk nógvar atkvøður – baði í norðoyggjum og kring landið, og tað var eisini rætt av flokkinum ikki at stilla fleiri enn trí valevni upp í Norðoyggum.

Skerja uppstillingina enn meira
Teir flokkar, sum valdu at avmarkað uppstillingina í Norðuroyggjum gjørdu rætt og samanumtikið er tað neyvan ráðiligt hjá flokkunum at stilla fleiri enn trí valevni upp til komandi løgtingsval.

Rættast er kanska at skerja uppstillingina niður á tveir kandidatar – ein mann og eina kvinnu – um flokkarnir ynskja at fáa umboðan á ting í framtíðini.

Skal ein hava umboðan á ting er greitt, at ein fyrst og fremst skal hava undirtøku lokalt – tí løgtingvalið 2008 vísti at sera fáar atkvøður vóru fluttar yvir um bøgarðarnar.

Tí er eingin ivi um at vit fara at síggja munandi færri valevnir til komandi løgtingsval – eins og vit hesuferð upplivdu eina skerjing í mun til seinasta løgtingsval.

Til løgtingsvalið í 2004 stillaðu 254 valevnir upp kring alt landið.

Á løgtingsvalinum 2008 vóru 171 valevnir.

Eingin ivi er um at uppstillingin verður munandi skerd kring landið á komandi løgtingsvalinum – tí tey, sum ikki stillaðu fleiri valevnir upp stóðu eftir við manninum.