86 ára gamla Hilda Lassen givið KÍ hópinum gávu
Hóast hon onga sjón hevur havt í fýra ár, so hevur 86 ára gamla Hilda Lassen megnað at bundið alla hesa tíðina.
M.a. hevur hon hesi árini bundið fleiri hundrað turrikløð til ymisk lond, sum Absalon Matras hevur koyrt til við sínum bussi. Seinastu tíðina hevur Hilda, sum býr í Sambýlinum í Bøgøtu ínKlaksvík, tó havt eitt serligt prosjekt koyrandi. Hon hevur bundið KÍ turrikløð til allan Effohópin hjá KÍ. Hilda sigur, at hon hevur fingið góða hjálp frá starvsfólkunum, tí tá hon m.a. hevur mist ella bundið eitt eyga skeivt, so ger manglandi sjónin, at hon má fáa hjálp. Fríggjadagin blivu hesi turrikløð handað til KÍ hópin á lítlari hugnaløtu í Sambýlinum, har tann royndi KÍ leikarin Hjalgrím Elttør var komin saman við Petur Andreasen og Jákup B. Andreasen. At júst Petur og Jákup vóru komnir var ikki av tilvild. Tí Hilda er abbasystur til Petur og langabbasystur til Jákup.
Hjalgrím takkaði fyri vegna hópin og vísti stóra virðing fyri arbeiðnum. Hann helt tað hava stóran týdning at slíkar eldsálir og slíkir fjepparar funnust. Eisini í høgum aldri.
Myndirnar tók Oliver Joensen av Hildu, KÍ leikarunum og starvsfólkunum í Sambýlinum í Bøgøtu.




