Nú er liðugt bara at yppa øksl, tá tað snýr seg um sosialar trupulleikar, bert tí, at hesir finnast hjá innflytarum, er frágreiðingin úr Keypmanahavnar kommunu, nú yvirvágin er vorðin so mikið ógvuslig av børnum við innflytarauppruna í
tvingsilsflytaramálum.
90 prosent av øllum tvingsilsflytingum í Keypmannahavn henda í familjum við øðrum etniskum uppruna, skrivar Politiken.
Innflytararáðgevi og limur í Københavns Borgrepræsentation hjá teimum Radikalu, Manu Sareen heldur, at høga talið kemur av, at ikki bara verður ypt øksl, tá hugt verður eftir trupulleikunum millum innflytarar.
“Hvussu høpisleyst tað ljóðar, so kunnu vit gleðast um talið. Í mong ár hava vit sæð, at blandað hevur verið saman sosialar trupulleikar við nakað mentanarligt. Tølini vísa, at nú verður hugt at sosialum viðurskiftum. Tað er gleðiligt,” sigur Manu Sareen við Politiken.
Munur á Århus og Keypmannahavn
Formaðurin í Barna- og Ungdómsnevndini í Keypmannahavnar Kommunu, Jette Bergenholz Bautrup úr Javnaðarflokkinum, er samd um hesa niðurstøðu.
“Í Keypmannahavnar kommunu halda málsviðgerðar ikki sum fyrr, at tað eru vit, sum ikki skilja teirra mentan. Vit eru ikki longur rædd fyri at nema við málið,” sigur hon.
Í Århus vóru færri enn ein triðingur av tvingsilsfluttum børnum í 2007 av innflytarafamiljum, men tað er ikki tí, at tey eru rædd fyri at nema við málið, hoyrist úr Århus.
“Hetta skyldast, at kommunan fyrr ella tíðliga er farin inn í málið at hjálpa serstøkum tørvi hjá innflytarum, áðrenn trupulleikarnir í familjunum gerast so álvarsligir, at neyðugt er at tvingsilsflyta børnini,” meinar javnaðarumboðið Ango Winther, sum er formaður fyri Barna- og Ungdómsnevndini í Århus kommunu.
nj
Kelda: 180grader




