Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

9. nýggi HB leikarin gjørt sáttmála – 10. leikarin nærkast

Jákup Ósá

Tað vera øll segl í HB sett inn fyri at koma í toppin í føroyskum fótbólti í ár.

Tað vera øll segl í HB sett inn fyri at koma í toppin í føroyskum fótbólti í ár.

HB hevur seinastu tvey árini verið uttanfyri heiðursmerkjaplássini. Men nú skal tað vendast. HB hevur í kvøld skrivað undir við 9. nýggja leikaran og talan er um ein leikara, sum góðum CV. 33 ára gamli Martin Bergvold hevur gjørt sáttmála við HB. Hann hevur m.a. vunnið fleiri meistaraheitir við FCK og hevur eisini spælt nógvar dystir í Seriu A í Italia. Hetta er millum leikararnar, sum hava spælt á hægsta støði av teimum, sum nakrantíð eru komnir til Føroya at spæla. HB skrivar, at hesin leikarin fer at styrkja munandi um liðið. In.fo skrivar, at 10. leikarin eisini nærkast, tí HB er komið ásamt við Viborg um at leiga vongin Aleksandar Stankov. Hann er 26 ára gamal og er frá Makedonia, har hann m.a. hevur spælt 12 U21 landsdystir og skorað 2 mál. Hann hevur spælt 9 dystir og skorað 1 mál fyri Viborg hetta kappingarárið í Superliguni. Hetta er eisini ein leikari við einum sera sannførandi CV í mun til, hvat vit vanliga síggja hjá útlendskum leikarum í føroysku kappingini. Hann hevur spælt 39 dystir og skorað 6 mál í Superliguni. Eisini hevur hann spælt tveir dystir fyri Roda í bestu hollendsku deildini.

Les eisini: HB fær størsta útlendska profilin í Effodeildini 2017