Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

92 mál komin uppá deyðbóltsstøður

Jákup Ósá

Av teimum 246 málunum, sum eru skorað í Effodeildini fyrstu 15 umførini, eru 92 komin eftir deyðbóltsstøður. Tað svarar til 38 prosent.

Áleið 37 prosent av málunum í Effodeildini fyrstu 15 umførini koma uppá deyðbóltsstøður. Og tað er ikki altíð, at stigatalvan er umboðandi fyri deyðbóltsstøðurnar. M.a. sæst, at ÍF og FC Suðuroy skora nógv mál uppá deyðbóltsstøður, meðan AB letur fá mál inn uppá deyðboltsstøður. EB/Streymur og TB eru liðini, sum koma ringast frá deyðbóltsstøðunum.

Skorað uppá deyðbóltsstøður

1-2. B36 12 mál

1-2. NSÍ 12 mál

3-4. ÍF 11 mál

3-4. Víkingur 11 mál

5. FC Suðuroy 10 mál

6-7. KÍ 9 mál

6-7. HB 9 mál

8-10. TB 6 mál

8-10. EB/Streymur6 mál

8-10. AB 6 mál

Latið mál inn uppá deyðbóltsstøður

1. HB 5 mál

2. B36 6 mál

3-5. KÍ 7 mál

3-5. AB 7 mál

3-5. ÍF 7 mál

6. NSÍ 9 mál

7. Víkingur 10 mál

8. TB 11 mál

9. FC Suðuroy 13 mál

10. EB/Streymur 17 mál

Harleyfacadeacryl