og tað kann staðfestast, at áhugin at byggja er stórur, segði Rósa Samuelsen m.a. undir viðgerðini av Løgmannsrøðuni
Í samband við viðgerðina av Løgmansrøðuni bleiv, millum annað, ført fram í røðuni hjá Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu í Almannamálum.
Arbeiði við at endurskoða barnaverndarlógina er byrja og skal leggjast fyri tingið við frágreiðing um, hvørt lógin virkar eftir ætlan, her undir eisini um broytingar mugu gerast.
Ein arbeiðsbólkur skal handa álitið í seinasta lagi í desember í ár. Bólkurin arbeiðir eisini við at endurskoða barnastovnsøkið, tilboð til børn og ung við serligum tørvi.
Farið er undir at umskipa økið børn og ung.
Umskipanin hevur tvey aðalmál. Vit skulu betur kunna veita børnum og familjum við serligum tørvi hjálp, og vit skulu samskipa økið, so starvsfólkaorkan og hølisumstøðurnar verða betri gagnnýtt.
Umstøður skulu skapast og fyribyrgjast skal, sum mest
møguligt at nakar verður sendur av landinum, men skulu
fáa nøktandi tilboð í Føroyum. Ásannandi, at baði børn fevnd av barnaverndarlógini og børn fevnd av forsorgarlógini, verða senda av landinum. Tað verður tí mett rættast, at arbeiðið við at endurskoða økið, har atlit verður tikið til børn
fevnd av báðum hesum lógum. Tí at fleiri av børnunum hava somu trupulleikar og tí hava tørv á somu ella líknandi tilboðum.
Vit koma tó ongantíð at fyribyrgja at nakar verður sendur av landinum so leingi vit ikki hava nøktandi tilboð ella trupulleikin er so víðfevndur at ikki er gjørligt at hava tilboðini.
Nógvar eru grundgevingarnar fyri at ungfólk enda í trupulleikum, tað kann verða viðføtt brek, ella tey eru merkt av uppvøkstrinum, eitt sum má takast í álvara er ágangur ímóti børnum, tað eru nógv børn og ungfólk sum hava stórar sálarligar trupulleikar og ikki megna at fáa sær útbúgving,
røkja eitt starv ella enda í kriminaliteti av hesum áðum. Vit mugu vera betur til at hjálpa hesum børnum og hjálpa teimum á rætta kós so tíðliga sum gjørligt, tí er tað eisini gleðiligt at barnapsykiatrin, sum hoyrir undir heilsumálaráðið, verður útbygd og at samstarvsavtala er gjørd um SSP.
Í einari grein í HELSE, verður fyrrverandi Statsministari, sum átti eina sálarsjúka dóttir, endurgivin fyri at siga, at hann hevði eina skelkandi uppliving at síggja hvussu sálarsjúk í Danmark, sum hava brúk fyri 24 tímar umsorgan, er alt annað enn nøktandi. Og at í Danmark sær man enn at børn í 12 – 15 ára aldri, sum mugu bíða í 6 til 7 mdr. fyri at fáa hjálp. Samanlíkna vit við í Føroyum, so hava eini 150 børn sum bíða 1 ½ til 2 ár fyri at koma til barnapsykiatara. Og tað er nógv ár at bíða til sálarsjúk sjúk fáa 24 tímar umsorgan
ella nøktandi stuðul í dagligdegnum. So vit hava heilt langt eftir á mál.
Vit hava ikki nógv tilboð til ung yvir 18 ár, tí verður í hesum samanhangi eisini hugt eftir hvørjir manglar við hava. Í løtuni hava vit eini 12 børn og ung á viðgerðarstovnunum í Føroyum, umframt tað eru 22 unglingar í Danmark, innan forsorg og barnaforsorg.
Flest øll hava brúk fyri einum tilboði eftir at tey eru liðugt viðgjørd í Danmark. Størsti trupulleikin er at vit hava ikki nøktandi tilboð at bjóða teimum, so tey kunnu koma heim. Tey flestu av teimum ungu, innan barna og forsorg, hava lítla og onga skúlagongd, og tað ger ikki støðuna hjá teimum betur.
Støðan er tíverri tann at tað er neyðugt at leingja uppihaldi í Danmark. Tí er alneyðugt at fáa ungdómspensjonat sum skjótast, soleiðis at tey kunnu fáa búvenjing og avkláring av arbeiðsførleika so tey kunnu fáa eina nøktandi tilveru og kunnu búgva i i vardari íbúð, nøkur hava tó fyri neyðini at
flyta í sambýli.
Umframt tey sum eru í Danmark hava vit tørv á uml 40 búplássum bara til børn og ung.
Tørvur er á fleiri bútilboðum til vaksin við skerdum førleika, og tí verður farið undir eina langtíðar íløguætlan, , baði til nýggj sambýlir og til endurnýggjan av verandi sambýlum, sum fleiri krevja stórar ábøtur, kring landi. Umframt
tørvin á eldraøkinum er tørvur á sambýli til heilaskødd, alkoholdement, fólk við menningartarni og sinnisveik. Alv skúlin skal betra um atkomuviðurskiftini so fólk sum bera brek hava møguleika at koma í skúla.
Nýggja lutaíbúðalógin og leigulógin, sum koma í gildi í heyst, ger tað eisini møguligt at skipa vardar bústaðir.
Lógin var løgd fram í seinastu setu, tað vóru nógvar viðmerkingar til uppskotið so neyðugt verður við einari gjøllari viðgerð, saman við flokkunum á tingið, hetta verður gjørt skjótast gjørligt og verður lógin løgd fyri aftur í heyst.
Mett er at tað eru eini 15 – 20 fólk sum búgva í sambýlum í dag sum kunnu flyta í varda íbúð, umframt at eini 110 fólk standa á bíðilista til búpláss. Tað er neyðugt at hesi fólk hava møguleika búgva seg til at fara í egna íbúð, man kann siga eitt slag at útslúsing. Tí má tað vera eitt krav at øll, sum búgva á sambýlum sjálvi læra at klára seg soleiðis at tey eru før fyri at koma í egnan vardan bústað.
Fyrst í komandi ári verður nýtt sambýli og umlætting til børn við autismu tikið í nýtslu í Klaksvík, arbeiði er boði út, og vænti eg at arbeiði fer í gongd ein av fyrstu døgunum.
Í Vági verður nýtt heim til sinnisveik bygt, og í næstum verður farið undir at byggja sambýli fyri sinnisveik í Havn. Ætlanin er at á økinum í Havn skal eisini vera bygdar vardar íbúðir, soleiðis at vit fáa eitt heildartilboð fyri sinnisveik í Havn við sambýli, felagshølum til aktivitet, útslúsing
og vardar íbúðir. Fundur hevur verið við avvarandi
partar um hesa ætlan, og er hon væl móttikin. LV arbeiðir við at endurskoða ætlanina og verður hon løgd fyri ráðið í næstum.
95 mió. kr eru settar av til stuðul, til kommunurnar, at
byggja ellis- og røktarheim fyri. Tað kann staðfestast, at áhugin at byggja er stórur. Tað er eingin yvir í at tey økini sum hava mestan tørv skulu hava fyrsta rætt, men tað ber ikki til at lata onnur økir bíða, um so er at verkætlanir ikki eru klárar at fara í gongd, tí verður eisini raðfest
eftir , hvør fyrst ferð í gongd við at byggja.
Eg havi eina vón um, at landið, saman við kommununum, kemur væl áleiðis at nøkta tørvin í hesum valskeiðnum.
Arbeitt verður við at intrigrera eldraøkið í tey økir sum tey eru í dag. Tað verður hugt eftir hvussu vit fáa mattænastu, vard dagtilhald, fyribyrgjandi, viðlíkahald og endurvenjing inn í verandi skipanir.
Møguleiki skal vera hjá eldri at koma inn á ellisheim
og sambýlir at keypa sær mat og samstundis vera við í sosialum tiltøkum har tey sjálvi eisini kunnu hava ein virknan leiklut.
Í heyst verður farið undir at evna til eina eldra lóg. Lógin skal m.a. áseta, hvørji rættindi eldri borgarar hava, og hvørjar skyldur avvarðandi myndugleikar hava. Tað er neyðugt at hetta arbeiði verður gjørt og kemur at virka sum skjótast, í hesum arbeiðinum eru kommunurnar eisini umboðaðar og mín vón er at eldraøki verður lagt út til kommunurnar at umsita frá 2011.




