Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

96% av samkyndum siga NEI til hjúnarband

Bill Justinussen

Sambært tølum frá danska Statistikbanken er talið á samkyndum par- og hjúnarløgum í Danmark undir 5000, samantalt frá 1989, tá lóg um skrásett parlag varð sett í gildi. Tað svarar til 10.000 persónar. Sambært LGBT eru alt millum 5 og 10% av fólkinum samkynd ella annað enn hinskynd. Neyvan eru hesi tøl eftirfarandi. Men um vit nú halda okkum til 5%, eru okkurt um 250.000 samkynd v.m. í Danmark. Við hesum tølum eru tað sostatt einans 4% av samkyndum v.m. í Danmark, sum liva í hjúnarbandi. Hini 96% liva ikki í hjúnarbandi.

Tað undrar meg, at tað er so avgerandi fyri samkynd at broyta hjúnarbandslógina, tá so fá velja at giftast. Í føroyska samfelagnum er hetta eitt stórt politiskt mál, sum hevur fylt samfelagskjakið í fleiri ár. Foreldrabólkurin hjá samkyndum hevði um dagarnar eina kensluborna áheitan á Løgtingið um at tryggja teirra samkyndu børnum sama grundleggjandi rætt, sum onnur. LGBT sigur í síni hoyring til Løgtingið, at lógarbroytingin hevur sera nógv at siga fyri teirra limir. Men tá hesin rættur er so grundleggjandi, hví verður hann næstan ikki brúktur? Tá tað er so avgerandi hjá samkyndum at tryggja hvønnannan í einum hjúnarbandi, hví gera tey tað so ikki, tá møguleikin er har? Samkynd krevja javnbjóðis rætt til hjúnarbandið, men velja ikki at giftast, tá avtornar. Hvat er endamálið við tí?

Vilja verða góðtikin

Í kjakinum hevur yvirskipaða sjónarmið teirra samkyndu verið, at tey vilja verða javnsett á øllum økjum í samfelagnum og á tann hátt kenna seg góðtikin. Tey hava higartil í stóran mun kent seg uttanfyri, at føroyska samfelagið ikki rúmar teimum, at tey mugu flyta av landinum at búgva osfr. Tað harmar meg, at føroyingar kenna seg uttanfyri sítt egna samfelag. Eitt samfelag eigur altíð at rúma øllum. Samkynd eru okkara børn, okkara familja og okkara næstar, og vit elska tey á jøvnum føti við øll onnur.

Men við at krevja, at hjúnarbandið verður umdefinerað, gera samkynd sær sjálvum onga tænastu. Um tað er góðtøka, sum er endamálið, kann støðan gerast verri enn frammanundan. Tí hjúnarbandið hevur sína heilt serligu støðu sum grundarsteinur í samfelagnum. Hjúnarbandslógin er ein avleiðing av náttúrliga sambandinum millum mann og kvinnu og teirra náttúrugivnu eginleikum at føra ættina víðari. Tveir ella tvær av sama kyni verða ongantíð hjún, líkamikið hvussu nógvar lógir vit broyta og heldur ikki, um lógin sigur, at so er. Vit kunnu ikki við lóg gera tað líka, sum er ólíka. Hetta vita flestu fólk. Tí er onki, sum talar fyri, at ein broyting av hjúnarbandslógini fer at broyta hugburðin í fólkinum.

Gev mær rætt, um tú elskar meg

Nøkur halda, at um ein ikki góðtekur samkyndan livihátt, góðtekur man ikki samkynd. Og um man ikki góðtekur samkyndan livihátt, elskar man tey ikki. Hetta eru alt misskiljingar. Øll, sum eiga børn, vita, at tú gevur ikki barninum rætt í øllum, sum tað sigur og ger. Tó elskar tú barnið treytaleyst. Ein partur av kærleikanum er júst at læra barnið rætt og skeivt og at vera sonn móti barninum. Um tú letur barnið taka avgerð um øll síni egnu viðurskifti, endar heilt galið. So er eisini í samfelagnum. Vit uppala hvønnannan. Soleiðis skapast normar og moralskar meginreglur. Tí vildi tað verið ógvuliga skeivt av mær at givið samkyndum rætt í teirra krøvum, um eg haldi krøvini vera skeiv. Tá var eg bæði óerligur, ósannur og kærleiksleysur.

Kenslan at verða góðtikin

Ein partur av veruleikanum er, at samkynd kenna seg ikki góðtikin. Hetta er ein kensla, sum náttúrliga kemur upp í øllum menniskjum, sum innanst inni gera tað, tey vita er skeivt. Til tjúgund og síðst er hetta ein kensla, sum øll menniskju á ymsu mótunum á lívsleiðini hava havt. Tí øll gera vit okkum sek í ymsum, sum vit vita er skeivt, og sum ikki kann góðtakast av øðrum. Tá fáa vit slíkar kenslur. Veruleikin er tí heldur, at hóast samkynd ikki kenna seg góðtikin, eru tey hóast alt eins nógv góðtikin í samfelagnum sum einhvør annar. Teirra kensla av góðtøku verður ikki størri, um hjúnarbandslógin verður broytt. Sambært LGBT eru ein røð av “rættindum” eftir at vinna, og tí fara tey víðari og víðari í mong ár afturat. Og hóast hetta sleppa tey neyvan av við kensluna ikki at verða góðtikin.

Bill Justinussen, løgtingsmaður