– Serliga ímóti endanum av dystinum vóru vit ikki nóg tættar í verjuni, heldur Gunnvør Isaksen, ið er ein av mest royndu leikarunum á besta kvinnuliðnum hjá Stjørnuni, sum seinasta leygardag tapti við 4
málum ímóti VÍF í KÍ-høllini.
Eftir at VÍF hevði tapt tveir teir seinastu dystirnar, vóru klaksvíkingar ivaleyst byrjaðir at hava eina lítla vón um, at Stjørnan kundi taka stig frá vestmannakvinnum, tá tær seinasta leygardag fóru at koma norður at spæla í KÍ-høllini.
Javnt leingi, men
so misti Stjørnan.
Allan fyrra hálvleik gekk javnt á, og hálvleikstøðan var eisini 7-7, og Stjørnan sá út til at hava ein møguleika ímóti tí eitt sindur skerda VÍF-liðnum, sum umframt stóra útlendska leikaran á liðnum mátti vera Sóley Mikkelsen fyriuttan.
Javna spælbýtið helt fram ein part av seinna hálvleiki, men so vendi gongdin og VÍF vann sær eina yvirvág, ið avgjørdi dystin til fyrimunar fyri gestirnar.
Stjørnan kom ongantíð afturíaftur og dysturin endaði við einum 20-16 sigri til VÍF.
Besti málskjútti hjá VÍF var Jacklyn Djurhuus við 8 málum, meðan leikandi venjarin hjá Stjørnuni, Daniella Ercevic, og Natasha Stamencovic gjørdu 6 mál í part fyri heimaliðið.
Stjørnan næstniðast,
men munurin er lítil.
Eftir at liðini hava leikt 5 dystir (StÍF tó bara 4 dystir), er støðan í 1. deild hjá kvinnum nú hendan:
1) VB 10 stig
2) VÍF 6 stig
3) Neistin 5 stig
4) Kyndil 4 stig
5) StÍF 4 stig
6) Stjørnan 3 stig
7) Tjaldur 2 stig
Fekk seg ikki
til at siga nei.
Í fleiri ár var Gunnvør Isaksen ein av føstu leikarunum á besta kvinnuliðnum hjá Stjørnuni, men undan kappingini í ár vóru tað longu fleiri ár síðani, at hon gavst á tí støðinum, har hon heldur ikki sjálv roknaði við at verða viðaftur.
Men tá tað í summar gjørdist greitt, at besti kvinnuhópurin so at siga var komin í undantaksstøðu vegna ovurstóra frágongd av leikarum, gjørdi Gunnvør saman við øðrum veteranum av, at hon vildi gera sítt til fyri at hjálpa felagnum.
– Eg fekk meg ikki til at siga nei, tá støðan var blivin soleiðis, greiðir Gunnvør frá.
Royndir leikarar
tryggja stabilitet.
Henda støða hevur elvt til, at Stjørnan í løtuni hevur ein kvinnuhóp við stórum aldursmuni millum leikararnar.
Á aðrari síðuni eru nakrar ungar gentur, sum eru í stórari menning sum hondbóltsleikarar, men sum ikki enn hava fingið tær royndirnar á 1. deildarstigi, sum krevjast fyri at skapa stabilitet og ró á liðnum.
Her koma royndirnar hjá teimum eldru leikarunum væl við hjá liðnum, tí hóast hesar kanska ikki eru eins kvikar og tær einaferð vóru, so hava tær royndirnar í 1. deildar hondbólti og duga væl at hugsa taktiskt.
Støðug avrik.
Higartil hevur Stjørnan bara vunnið tann eina dystin (ímóti StÍF) meðan ein dystur (ímóti Neistanum) er endaður javnur. Hinar dystirnar higartil hevur Stjørnan allar tapt tepurt og stórtap eru als ikki komin upp á tal.
Við útgangsstøðinum, tá kappingin byrjaði, í huga kunnu tær tí neyvan vera annað enn nøgdar við gongdina higartil.
Hava tørv á fleiri
skjótum leikarum.
– Teir eldru leikararnir á liðnum hava ikki tann skjótleikan, sum skal til í 1. deild í dag. Tí hevur okkara lið brúk fyri fleiri skjótum leikarum, um vit skulu gera okkum rættiliga galdandi, sigur Gunnvør, sum upplýsir, at Bára Skaale í næstum kemur heimaftur.
– Bára kemur heim um 14 dagar, og tað fer at koma væl við – hon er ein skjótur leikari.
Verjan ov veik
móti endanum.
Tá vit spyrja um eina frágreiðing uppá, hví VÍF vann seinasta leygardag, heldur Gunnvør hinvegin, at ein orsøkin er at finna í verjupartinum hjá Stjørnuni.
– Tað er altíð ringt at koma við einføldum orsøkum, men eg haldi sjálv, at vit ikki vóru nóg góðar í verjuni ímóti VÍF – serliga í seinna enda av dystinum haldi eg, at tær sluppu ov lætt ígjøgnum verjuna hjá okkum, sigur Gunnvør, sum sjálv er mest inni á vøllinum sum verjuleikari.
– Hatta mugu vit gera nakað við til næsta dyst.
Í vikuskiftinum hevur Stjørnan frí, men sum skilst skulu tær longu týsdagin til Havnar at spæla ímóti Kyndli er eitt stig ovari á stigatalvuni enn Stjørnan.




