Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Áttu vit ikki at gjørt meira burturúr

Oliver Joensen

Ídag er 1. november og minningardagur teirra sum hava latið lív á sjónum.

Hesin dagurin verður hildin kring landið har føroyingar sýna samkenslu við teimum sum hava mist og minnast tey farnu í tign.
Eisini her hjá okkum í Norðuroyggjum verður dagurin hildin og vanliga savnast nógv fólk í gamla kirkjugarði til hátíðarhaldið.
Ein trupulleiki hevur tó verið her hesi seinnu árini og tað er ógvusliga ferðslan, ið fer framvið kirkjugarðinum seinnapartin og tað hevur havt við sær, at trupult hevur hjá mongum verið at hoyrt sang og talur framum gangin frá ferðsluni.
Føroyar eru ein fiskivinnutjóð og vit hava altíð havt stóra virðing fyri teimum sum balast á sjónum og tí hevði tað óivað verið okkum til størri sóma, um vit gjørdu eitt vet meira burturúr minningardegnum við at gjørt eitt ella annað sum hevði við sær at ferðslan ikki órógvaði hesa hátíðarstund við minnisvarðan í kirkjugarðinum.
Seinni árini hevur minningarhaldið teirra sjólætnu meira líkst tí vit vanliga síggja í stórbýum kring um í heiminum, har onkur stendur og talar ella syngur á einum gøtuhorni ímeðan lívið gongur sína vanligu gongd framvið uttan at nakar hyggur upp.
Vit eiga at ansa eftir, at hetta ikki verður gongdin, tí vit hava tíð at vísa okkara kæru eitt sindur av tign einafer um árið og tí áttu vit at farið eitt vet longur og um vit ikki steðga allari ferðslu, so í hvussu so er skipa so fyri at neyðuga ferðslan ikki órógvar løtuna í gamla kirkjugarði 1. november.