Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fjarskiftiseftirlitið

Oliver Joensen

Í hesum tíðum eru menn, sum fáast við tøkni helst mangan sperdir.

Tað man ikki altíð vera so lætt at fylgja við í tí nýggjasta og tá serstakliga innan teldutøkni.
Men tá ið um radio, sendarar og frequensir ræður, so er tað valla so, at grundreglurnar broytast nakað serstakt. Vit blíva alsamt betri til at gera nýtslu av teim ymisku møguleikunum og koma at kenna eginleikar, vit ikki kendu áður.
Tá talan er um radiosamskifti hava vit ein stovn í Føroyum, ið kallast Fjarskiftiseftirlitið. Hesin hevur eyguni eftir at skipaði viðurskifti eru á tí, vit senda gjøgnum luftina sum radiobylgjur og tað er ikki so sjálvdan at vit hava sæð hendan stovn við eftirlitsbili í Klaksvík snoddandi kring um í býnum at vita um nú alt fer rætt fram. Eisini hevur ljóðað, at stovnurin hevur tikið VHF senditól frá fólki, ið hava nýtt hesi á ólógligan hátt.
Fyri bert fáum árum síðani var Útvarp Føroya einsamalt á Brúnanskarði við sendara til almennar radiosendingar. Síðani kom Rás2 afturat og alt tóktist rigga sum tað skuldi, báðar støðirnar sjálvandi við kravdum loyvi frá Fjarskiftiseftirlitinum.
Triðja støðin sum kom, var Lindin og við henni kom klutur í. Sendistøðirnar fløktust hvør um aðra og hoyrdi tú Lindina, ja so hoyrdi tú ikki Útvarpið og hoyrdi tú Útvarpið, ja, so hoyrdi tú ikki Lindina.
Seinni byrjaðu Rás2 og Lindin at fløkjast saman. Menn frá Rás2 og menn frá Lindini vóru annaðhvørt uppi á Brúnanskarði og royndu at loysa spurningin. Rás2 fór so langt sum til at skifta sendara og antennur út, men sama gjørdi, onki skil var á signalunum av Brúnanskarði.
Vit hava sum sagt eitt Radioeftirlit. Nú sendararnir á Brúnanskarði hava fløktst um hvønn annan í mánaðar, hevur ongin sæð nakað sum helst til Fjarskiftiseftirlitið. Tað seinasta vit hava hoyrt er, at Fjarskiftiseftirlitið hevur sitið uppi afturá og roynt at latið bóltin verið hjá Lindini og annaðhvørt Rás2, sjálvt um ábyrgdin uttan iva er hjá Fjarskiftiseftirlitinum, ið eigur at syrgja fyri at slíkt ikki hendir.
Øll, sum hava minstu fatan av radiosamskifti vita at sendarar eiga ikki at órógva hvønn annan og tað er júst hetta vit hava Fjarskiftiseftirlitið til. Um menn bert skulu loysa slíkar trupulleikar eftir egnum høvdi, ja, so er sparing at finna við at senda Fjarskiftiseftirlitið til hús.
Klaksvíkingar kunnu í hvussu so er ikki liva við fuskinum hjá Fjarskiftiseftirlitinum á Brúnanskarði.

Harleyfacadeacryl