Ameriski "onkilin" er hóast alt ikki so illa farin, at vesturheimurin ikki kann fegnast um hann.
Eisini ein verja fyri Ísrael.
Einki nýtt er í, at Evropa fleiri ferðir hevur gjørt sær dælt av USA, samstundis sum dúgliga hevur verið funnist at landinum, tá amerikumenn hava ment seg upp móti fíggindaligum virksemi, eitt nú kommunismuni, sum hevði ætlan um at taka valdið, har tað var neyðugt.
Hesum havi eg fleiri ferðir fyrr verið inni á.
Nú meðan eg var í USA á fundi í Sameindu Tjóðum, kom týðiliga til sjóndar, hvussu bæði vinstravendir politikarar og ávís fjølmiðlafólk royndu at vísa á, hvussu skeivt USA fór fram í ymiskum londum og ikki minst við møguligum álopi á Irak. Væl hevur verið telvað hjá USA.
Vit vita, at USA hevur síni lýti eins og onnur lond, men einki er at taka seg aftur í, at teir hava verið ein verja fyri bæði heimsfriðin og – ikki minst – hava teir syrgt fyri at maktjavnin ikki fór úr hondunum á vesturheiminum.
Týðilga varð lagt til merkis, á teimum fundum eg var á bæði í ST og í øðrum høpi, at so mong vildu samanbera Ísrael og Irak, og hildu fyri, at hesi lond vóru "alin av sama planka".
Ósambærligt
Nú var Irak serliga frammalaga í kjakinum, meðan vit vóru í USA, so hetta var, sum danski ambassadørurin segði, "mest spennandi tíðin at vera í ST, bæði tí miðvalið í USA fór fram og síðani umrøðan um Irak".
Í ávísum førum tók eg til máls ímóti, tá talan var um at samanbera Ísrael og Irak sum lond í vóru heilt átøk hvørt øðrum.
Munurin er stórur.
Ísrael er einasta landið í Miðeystri, sum hevur demokratiska stýrisskipan, meðan Irak er einaræðis-veldi. Allir partar vita, at teir liggja við hópoyðingarvápnum, torturerað egnar landsmenn og onnur, heimurin skelvur fyri hesum terroristum, samstundis sum teir fyri kortum ætlaðu at týna Ísrael við vápnum og heilt kveistra lítla men virðismikla landið Kuwait av heimskortinum. Kuwait er tó eisini land við einaræði.
At samanlíkna hesi lond er bæði skeivt og sera óheppið, men hetta verður gjørt miðvíst.
Tað kann vera miskunnarleyst, soleiðs sum teir eru farnir fram ímóti palistinensarum, men teir vita frá søguni, at teir hava onga verju uttan teirra egnu.
Fegnast um Amerika
Vit skulu minnast til, at einastu lond, ið góðtóku Ísrael í 1948 vóru USA og Sovjet. Vit minnast Stórabretland, hvussu teir fóru við ísraelum, eisini eiga vit at leggja okkum í geyma, hvussu londini sviku Ísrael, meðan USA stóð sum bergið.
Soleiðis sum USA hevur vart vesturheimin, hava teir eisini vart Ísrael frá undirgangi, og hetta kunnu vit fegnast um.
Á fundum í ST kom dagliga fram, og øll lond spurdu "hvat sigur "onkil" Amerika", sum hóast alt enn hevur somu styrkina.
Lat okkum í felag fegnast um, at vesturheimurin hevur átt tílíkan dyggan tátt sum Amerika.




