Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Úr Danmark: Nærvarpið: "Klaksvíksingar eru sera góðir tónleikarar".

Oliver Joensen

Leygarkvøldið 30. november skulu Eyðun Nolsøe og Pætur við Keldu saman við trimum øðrum spæla tónleik í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Nærvarpið skipar fyri hesum tiltaki fyri at savna inn pening til Nærvarpið í Keypmannahavn.


Vit í Nærvarpinum í Keypmannahavn vildu gjarna hava Eyðun og Pætur at spæla saman til dansin, sum vit skipa fyri. Tað verður spennandi at hoyra hesar góðu menn spæla. Dansurin verður leygarkvøldið 30. novembur kl. 22 – 04.
Tónleikandi eru: Trummur:  Petur Dalsgaard.  El. guitar: Leivur Thomsen.  Bass: Agnar Lamhauge. Sang og akk. guitar: Eyðun Nolsøe  Sang & keyboard Pætur við Keldu  
Nærvarpið sigur soleiðis við Norðlýsið: "Vit hava fyrireika okkum væl og fara at prýða væl um í Húsinum til hetta kvøldið. Í stovuhæddini verður vanligur dansur, og á 1. hædd verður salsatónleikur. Í hesum sambandi eru nakrir mans í ferð við eina lítla umbygging, sum skal hugna um fyri gestir hetta kvøldið. Atgongumerki á 80 krónum fáast í forsølu í kaffistovuni og við dyrnar. Avmarkað atgongd 250 fólk.
Nærvarpið hevur haft eina samrøðu við Eyðun og Pætur. Teir fara at spæla lívligan og stillan tónleik og hava spælt saman umleið átta ferðir áður, og søgdu seg hava innspirera hvønn annan tónleikaliga á ymiskan hátt. Báðir koma úr ymiskum tónleikaumhvørvi, men tað verður sera áhugavert at hoyra hesar báðar klaksvíkingar spæla tónleik saman. T.d. segði Eyðun við Nærvarpið, at Pætur hevur eina øðiliga orku og luft tá hann spælir.
Eisini fara Nærvarpið og Føroyahúsið at skipa fyri jólaheilsum, sum Útvarp Føroya sendir beint áðrenn jól. Jólaheilsur eru sjálvandi ókeypis og øll eru vælkomin. Tað hendir eisini í Føroyahúsinum á Vesterbrogade 17A tann 15. december frá kl. 15.
At enda kunna vit siga at Nærvarpið manglar fólk, sum búgva í Kbh. og kunna koma inn at senda eitt nú sum teknikkari, speakari, samrøðandi, velja fløgur o.a. Nærvarp Okkara varð stovnað umleið fyrst í 1980, og hoyrist bert í Keypmannahavn. Vit senda fríggjakvøld kl 20-21.30 og sunnudag kl 13- 15. Vit senda á FM 98,9 MHz (felagsantenna) og á FM 91,4 MHz (lokalantenna). Sent verður bert á føroyskum, sum er: Tíðindi úr Føroyum, kungerðir í DK, tónleik og samrøður. E-mail: narvarp@hotmail.com. Sí dans og jólaheilsur á: www.faroehouse.dk

Harleywoodpaint