Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Bjór vann

Oliver Joensen

"Selskabet for Vestjysk ølkultur" hevur valt Jólabryggið hjá Føroya Bjór sum besta jólaølið 2002.

Sambært Lemvig Folkeblad, so liggur páskabryggið hjá Føroya Bjór væl í hondunum hjá donskum ølkennarum.
88 vestjydar høvdu sett seg sjálvar á eina stóra uppgávu, nevniliga at finna besta jólabryggið í ár.
Teir komu til tað niðurstøðu, at jólabryggið frá Føroya Bjór var tað besta, men samstundis var tað eisini tað ringasta at fáa hendur á siga danir.
Einar Waag upplýsir fyri Norðlýsinum, at Føroyahúsið í Keypmannahavn er umboð fyri Føroya Bjór í Danmark og hagani kunnu danir, sum hava áhuga í føroyska ølinum útvega sær tað teimum tørvar.
Á ølsmakkingarstevnuni hjá vestjydunum var úrslitið hetta:
1. Føroya Bjór – Jólabryggj
2. Bryggeriet Herning – Julebrygg
3. Thor – Blå X-mas
4. Albani – Rødhætte
5. Hancock – Merry Christmas
6. Thisted Bryghus – Julefnug
7. Thor – Hvid X-mas
8. Fuglsang – White Christmas.

Harleywoodpaint