Hóast fleiri av teimum yngru í Kl. Talvfelag høvdu kvalifiserað seg til endaligu úttøkukappingina fyri teir yngru aldursbólkarnar, sum var í Havn síðsta vikuskiftið, so eydnaðist ongum teirra at koma við á føroyska talvliðið við NM komandi summar. Í morgin er Rani Baldursson ein av teimum 8 bestu í aldursbólkinum 15-16 ár, sum fara at royna seg.
Tað sprettir við ungum talvtalentum í Klaksvíkar Talvfelag, har formaðurin, Petur Hans Poulsen saman við eitt nú Tummas Martin Anthoniussen, hvørja viku gevur uppvaksandi ættarliðnum holla frálæru í talvleikum.
Seinasta vikuskiftið sást eitt ítøkiligt úrslit av hesum arbeiði, tá tríggjar av teimum íalt 4 úttøkukappingunum til NM næsta summar vórðu avgreiddar. Til hesar kappingar høvdu ikki færri enn 7 telvarar hiðani kvalifiserað seg, svarandi til áleið 30% samlaða luttakaratalinum, sum var 24.
Tíverri eydnaðist ongum av teimum at enda millum 2 teir bestu í sínum bólki, sum í hesum føri er treytin fyri at verða úttikin at umboða Føroyar við komandi talv-NM, sum verður í Norðurlandahúsinum komandi summar.
Onkur av klaksvíkingunum var tó rættiliga nær við at verða úttikin, men tað bleiv so ikki hesa ferðina.
Hjá onkrum
var nær við.
Hjá teimum yngstu vann Rógvi E. Nielsen úr Sandavágs Talvfelag, meðan Hjalti Toftum hjá Havnar Telvingarfelag bleiv nr. 2.
Bólkin fyri dreingir, føddir í 1990 og 91 vann Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag, og Margar Berg, eisini úr HT, bleiv nr. 2, meðan Rógvi Dragaberg úr Klaksvíkar Talvfelag endaði triðjur. Rógvi var hin einasti, sum ikki tapti fyri bólkavinnaranum, Helga Dam Ziska.
Rógvi Mortensen úr Havnar Telvingarfelag vann bólkin 1988/89, meðan Heri Thomsen úr Gøtu gjørdist næstbestur.
Martin og Hans Kristian
úttiknir uttan kapping.
Umframt hesar sum nú hava tryggjað sær luttøku í NM kappingini skulu Martin Poulsen og Hans Kristian Simonsen eisini telvað. Teir skulu vera við í elsta bólkinum fyri teir sum eru føddir í 1983-1985.
Talvsambandið gjørdi av, at eingin úttøkukapping skuldi vera í hesum bólkinum, tí Hans Kristian og Martin eru í flokki fyri seg og telva longu nú á fyrsta borði hjá Kollafjarðar Talvfelag og Havnar Telvingarfelag, umframt at teir vóru við í OL kappingini herfyri.
Rani Baldursson
skal nú royna seg.
Ein bólkur er eftir, sum ikki er avgjørdur, tað er bólkurin fyri telvarnar frá árgangi 86 og 87, har Rani Baldursson er ein av teimum 8..
Tann kappingin verður í morgin, leygardagin, har teir 8 sum skulu telva eru hesir:
Rani Baldursson úr Klaksvíkar Talvfelag, Sjúrður Thorsteinsson av Tvøroyri, Jóhan Hendrik Ellefsen úr Miðvágs Talvfelag, Olaf Berg og Tummas Hans Rubeksen úr Havnar Telvingarfelag, Andras Ortind úr Sørvági og Per Jacobsen úr Gøtu Talvfelag.




