Jákup Johansen er útbúgvin ítróttavenjari og hevur fyrr vant Ægir í tvey kappingarár, og gongst sum ætlað, tekur hann nakað eftir ársskiftið viðaftur sum venjari felagsins.
Eftir at nevndin í Ægi í eina tíð hevur sóknast eftir einum høvuðsvenjara, er nú líkt ti, at tað fer at eydnast teimum.
Júst heimkomin
av Flatlondum.
Vetrararnar 1996/97 og 1997/98 tók ungi havnarmaðurin, Jákup Johansen, sær av venjingunum hjá Ægi, til hann fór av landinum at útbúgva seg til annleggsgartnara.
Frammanundan hevði Jákup lokið prógv sum ítróttavenjari, so hann er atstøðiliga væl búgvin til uppgávuna.
Eyðvitað man tað tí koma væl við hjá leiðsluni í Ægi, at hann nú aftur er sinnaður at koma hendanvegin.
Jákup er nú liðugur við sína gartnaraútbúgving og er júst heimafturkomin á klettarnar.
Umvælingarnar
dýrar fyri Ægir.
Tað verður neyvan tann størsti hópurin av svimjarum, sum Jákup í fyrsta umfari fær at arbeiða við undir venjingunum hjá Ægi.
Her er týðiligt at síggja, at afturlatingin av svimjihøllini seinasta vetur hevur kostað svimjifelagnum ein part av fólkagrundarlagnum, tí umframt at svimjarar missa nógva venjing, so gongur hetta eisini út yvir hugin at halda fram, samstundis sum kanska aðrar ítróttagreinar fara avstað við teimum.




