Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flýggja ella falla

Oliver Joensen

Ella sagt á ein annan hátt, "tveir eru kostirnir og hvørgin er mjúkur.
Í tíðindunum í vikuni stóð vinnulívsmaður fram og eftirlýsti tjak um grindadráp. Hvat hann vildi við tjakinum val heldur jánkasliga framført, men eftir sat lesarin helst við tí áskoðan at endamálið við tjakinum skuldi vera í ytstu merking at steðga grindadrápinum.

Orsøkin til eftirlýsingina var, at føroyingar hava trupuleikar við at sleppa av við føroyskan fisk til stóru handilsketurnar úti í heimi, tí vit drepa grind.
Tað tykist eitt sindur løgið at eftirlýsa einum orðaskifti um grind og grindadráp, tí hesin spurningur hevur verið sera nógv havdur á lofti og so seint sum í summar høvdu vit vitjan av veiðimonnum úr øðrum londum, har júst hesin spurningurin bleiv viðgjørdur. Vinnulívsmaðurin átti heldur at kalla ein spaka fyri ein spaka og sagt, at tað hann meinti var, at vit skuldu steðga grindadrápinum, soleiðis at vit lættari sluppu av við fiskin.
Men lívið er ikki lætt, og tað hevur tað ongantíð verið. Júst um dagarnar frættist úr Danmark, at brúkarar seta seg upp ímóti fiskimonnum har. Summir brúkarar í Danmark vilja ikki eta tosk úr Norðsjónum, tí fiskurin er ein hóttur stovnur og hetta verður gjørt hóast kvotaásetanir og hóast fiskurin sum verður veiddur, verður veiddur á fult lógligan hátt.
Tað kann so lættliga henda, at trupulleikin hjá okkara fiskaseljara ímorgin verður heilt ein annar, nevniliga hin sami sum í Danmark. Tá er onki at ivast í at ein grindabiti hevði verið honum góður.
Vit skulu tó taka slíkar trupulleikar sum fiskaseljarin nevnir í størsta álvara. Men tað er tó stórliga ivasamt um vit skulu góðtaka eina samanblanding av fiskasølu og grindadrápi, tí gera vit tað, hvat verður so tað næsta.
Føroyingar flestir munnu helst vera samdir við almenna hugburðinum um, at vit skulu vanda okkum um grindadrápini og alla tíðina betra um drápsháttin og ansa eftir at vit ikki taka ov nógv av tilfeinginum. Men harafturat eiga vit eisini at brúka orku uppá at kunna umheimin um tað vit gera.
Almenni politikkurin í grindamálinum er á rættari leið.
Gleðilig jól og gott nýggjár øll somul.