Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

1st Klaksvík International fær gott altjóða skoðsmál: Talvkappingin á Hotel Norð fær góða umrøðu uttanlands

Oliver Joensen

Altjóða talvkappingin, sum Talvsamband Føroya skipaði fyri á Hotel Norð í heyst, er høvuðssøgan á forsíðuni hjá danska "Skakbladet", har hon verður róst sum ein "flot turnering".

Tað setir eftir øllum at døma síni positivu spor millum altjóða telvarar, at føroyska talvsambandið nú nakrar ferðir hevur skipað fyri nøkrum væl eydnaðum talvkappingum her heima.

Eitt satt bragd av
talvsambandinum.
At fáa sjálvan talvkongin, Gary Kasparov, hendanvegin í juni 2001 var einki minni enn eitt bragd av Talvsambandi Føroya (TSF) og formanni tess, Rana Nolsøe.
Árið fyri ta stórhendingina hevði føroyski talvheimurin eisini spent seg út við eini stórkapping í Norðurlandahúsinum, nevnd "3rd Tórshavn International", har stórir altjóða meistarar sum Ponomariov, Radjabov og Grischuk luttóku.
Eftir GM-kapping í 2000 og vitjan av Kasparov í 2001, valdi TSF ein heilt triðja hátt at markera føroyska telving í 2002.
Hetta triðja altjóða framtakið hjá TSF varð gjørt í heyst, tá skipað varð fyri eini sonevndari IM-kapping, ið varð nevnd 1st Klaksvík International.

1st Klaksvík
International.
Henda kapping varð sett saman við tí endamáli, at geva føroyskum telvarum ein møguleika at gerast altjóða talvmeistarar. Enn er hetta ikki eydnast nøkrum føroyingi, um vit altso ikki taka við danan John Rødgaard, sum eftirhondini er rættiliga føroyskur.
Undan hesi IM-kappingini høvdu fyrst Flóvin Tór Næs og John Arni Nilssen vunnið hvør sín IM-norm, sum er fyrsta stig av trimum til heitið "altjóða talvmeistari". Tá ein telvari hevur vunnið 3 IM-normar, kann hann taka hetta heitið, sum í altjóða høpi verður stytt IM og merkir International Master.
Hóast tað ikki bleiv til tær heilt stóru yvirskriftirnar eftir ta kappingina, so komu onkrir av føroyingunum rímiliga nær einum IM-normi í kappingini, sum var telvað í hugnaligum umhvørvi á Hotel Norð á Viðareiði.
Besta føroyska avrikinum stóð Ólavur Simonsen fyri. Hann endaði við 5 stigum av íalt 9 møguligum og var sostatt bara 1 stig frá at vinna sín fyrsta IM-norm, meðan Eyðun Nolsøe við 4½ stigi var næstbestur av føroyingunum.

Forsíðugrein
í Skakbladet.
Í útgávuni fyri november 2002 ruddar blaðið hjá Dansk Skak Union forsíðuna fyri grein, sum snýr seg um 1st Klaksvík International, og sigast má, at hon fær góða umrøðu.
Blaðið hevur bara rósandi orð at bera kappingini og fyriskiparunum.
Enn eitt dømi um, at tað loysir seg at stuðla slíkum kappingum, tí harvið verður slóðað fyri fleiri líknandi tiltøkum og allarmest fyri føroyskari telving, ið tykist hava undanvind í løtuni.
Vónandi verður hann liggjandi undan, so vit eisini sleppa at uppliva 2nd Klaksvík International í komandi ári.