Hóast kappróðrarárið 2002 kom at standa í skugganum av 2001, tá felagið vann heili 3 FM-heitið, so er formaðurin ikki illa nøgdur við árið, ið fór – men nú mugu vit byrja av nýggjum, tí fleiri royndir rógvarar eru givnir!
– Samanlagt vunnu vit líka nógv stig í ár sum í fjør, og vit høvdu eisini eina størri breidd av rógvarum í ár, har vit mannaður fimm manningar, sum allar vóru við í oddastríðnum, sigur Kristian Eli Zachariasen formaður í Klaksvíkar Róðrarfelag, sum tí ikki er illa nøgdur við árið í fór, hóast felagið ikki vann nakað føroyameistaraheitið.
– 2001 var eitt dreymaár hjá okkum, sum verður næstan ómøguligt at endurtaka, tí vit vunnu jú heili 3 føroyameistaraheiti. Tí kundi árið í ár bara verða verri, tá tað kemur til at vinna FM-heiti, men vit skulu heldur ikki gloyma, at vit í ár høvdu heilar fimm manningar væl við í kappingini, harav tann eini var øgiliga nær við at vinna.
Fípu-dreingirnir
vóru sera nær við.
Manningin, sum Kristian Eli sipar til, er unga dreingjamanningin við Fípuni Føgru, sum fekk eina dreymabyrjan við sigri á Norðoyastevnu framman fyri aðrar góðar manningar.
– Hjá teimum manglaði bara at fáa eitt lítið sindur betri úrslit á Ólavsøku – so vóru teir føroyameistarar, minnir Krisian Eli á.
Fleiri givin ella
farin uttanlands.
Hóast hann er væl nøgdur við farna kappróðrarár, so ásannar Kristian Eli, at felagið helst má byrja av nýggjum á fleiri økjum, tá tað kemur til manningarnar.
– Sum tað sær út nú , so verða vit nakrar royndar og góðar rógvarar færri komandi kappróðrarár, tí fólk antin gevast ella eru farin burtur at lesa o.s.fr. – men soleiðis er lívið, og soleiðis eigur tað eisini at vera, fólk kunnu ikki halda á óendaliga við at rógva, tí tað tekur nógva tíð.
Fara at lýsa
eftir fólki.
– Tí ræður um hjá okkum í felagnum at seta nýggj fólk við, og tað fara vit eisini at royna, sigur Kristian Eli og upplýsir, at tey í næstum fara at tosa innanhýsis í felagnum um, hvussu arbeiðast skal við hesum.
– Vit hava ikki gjørt tað fyrr, men eg rokni við, at vit í vetur fara at lýsa eftir fólki.




