– Eg haldi, at vit kunnu staðfesta eitt positivt úrslit av at hava so nógvar vaksnar venjarar sum tilber til tey ungu liðini, sigur formaðurin í Mjølni, Jón Kári Fredriksen, sum er væl nøgdur við árið, ið fór.
– Fleiri góðir ungir leikarar eru á veg upp til meistaradeildarliðini bæði, sum enn eru ov ungir, men um stutta tíð verða teir har, og tað kunnu vit takka teimum venjarum fyri, sum vilja ofra tíð og orku upp á felagið hjá okkum, sigur Jón Kári Fredriksen, formaður í Flogbóltsfelagnum Mjølni
Tilkomnir venjarar.
Eitt av eyðkennunum hjá Mjølni hesi seinnu mongu árini hevur verið, at felagið hevur megnað at havt eitt lið av venjarum, har meginparturin er í vaksnum ella tilkomnum aldri, og tað er júst hetta, sum formaðurin nevnir, nú Norðlýsið biðjur hann um eina stutta viðmerking um árið, ið fór.
– Vit skylda sjálvandi øllum, sum hjálpa til í felagnum, bæði ungum og tilkomnum, eina hjartans tøkk fyri teirra megnar arbeiði, uttan tey bar einki til, sigur Jón Kári.
– Men tað er kortini eingin loyna, at vit hava satsað upp á at hava so nógvar vaksnar venjarar sum tilber, og eg haldi, at tað hevur loyst seg.
Fleiri ungir
leikarar á veg.
Jón Kári greiðir frá, at Mjølnir bæði á kvinnusíðuni og hjá monnunum hevur fleiri ungar leikarar, sum eru ávegis at blíva leikarar á bestu liðum felagsins.
– Fleiri ungir leikarar eru, sum skjótt fara at kunna taka ábyrgd á besta liðnum – summir teirra eru longu í hópinum.




