Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gausdal Troll Masters – talvkappingin í Noregi: Ólavur hevur higartil vunnið eitt og tapt eitt talv

(
John Færø)

Higartil hevur gingið rímiliga hjá føroyingunum í sterku talvkappingini ”Gausdal Troll Masters”, sum í hesum døgum er í Noregi.

Martin fremstur
av føroyingunum.


Bestu úrtøkuna higartil hevur Martin Poulsen, sum í fyrsta umfari fekk javnt ímóti einum á pappírinum væl veikari telvara. Í opnum kappingum er skipanin í høvuðsheitum tann, at telvararnir, sum vinna, í næsta umfarinum fáa ein sterkari mótstøðumann. Tí fekk Martin, av javnleikinum, eisini ein brúkiligan mótstøðumann í 2. umfari, har Martin eisini vann.
Samanlagt higartil hevur Martin Poulsen bestu úrtøkuna við 1½ stigi eftir 2 umfør.

Ólavur møtti
stórmeistara.

Hinir 3 føroyingarnir, sum luttaka í hesi kappingini, vunnu síni talv í fyrsta umfari og fingu tí allir rímiliga sterkar mótstøðumenn í 2. umfari, har allir tríggir máttu lúta fyri mótstøðuni.
Ólavur Simonsen er tó tann einasti, sum higartil hevur møtt einum stórmeistara. Tað var eisin í 2. umfari, har klaksvíkingurin altso mátti lúta.
Hinir báðir føroyingarnir í hesi talvkappingini eru klaksvíkingurin Eyðun Nolsøe og ungi havnarmaðurin Olaf Berg.

Martin í dag móti
altjóða meistara.

3. umfari í kappingini verður telvað í dag, og nú er tað Martin, sum skal royna seg ímóti einum altjóða meistara, meðan hinir tríggir stórt sæð hava eitt sindur yvirkomiligari mótstøðumenn.
Kappingin, sum verður hildin í døgunum 7. til 15. januar, hevur heimasíðuna http://home.online.no/~eirikgu/troll2003/ og kann eisini røkkast umvegis heimasíðuna hjá Talvsambandi Føroya www.faroechess.com .

Úrslit og mótstøður
higartil í kappingini:


1. umfar (týsdagin):
Olaf BERG 2065 – Glenn CHARLESHOUSE 2284  1 – 0
Olavur SIMONSEN 2265 – Per JOHANSSON 2016 1 – 0
Martin POULSEN 2244 – Ragnar KNUDSEN (1817) ½ – ½
Eydun NOLSØE 2236 – Tor Kristian LARSEN (1747) 1 – 0

2. umfar (mikudagin):
GM Normunds MIEZIS 2523 – Olavur SIMONSEN 2265   1 – 0
FM Craig HANLEY 2359 – Eydun NOLSØE 2236   1 – 0
FM Helge A NORDAHL 2303 – Olaf BERG 2065   1 – 0
Øyvind PEDERSEN 2054 – Martin POULSEN 2244   0 – 1

3. umfar (hósdagin):
Martin POULSEN 2244 – IM Mark BLUVSHTEIN 2461
Olavur SIMONSEN 2265 – Björn GAMBÄCK 2213
Olaf BERG 2065 – Boris BERNING 2240
Eydun NOLSØE 2236 – Stig K MARTINSEN 2085

Harleywoodpaint