Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Barnasangskúlin byrjar aftur komandi hóskvøld

John William Joensen

Næmingarnir, í aldrinum 11-14 ár, skulu møta í Gomlu Fimleikarahøllini hóskvøldið 15. január kl. 19.15

 Seinasta vetur skipaði Klaksvíkar Kvøld- og Ungdómsskúli fyri barnasangskeiði, sum ætlandi seinni skal gerast fastur Barnasangskúli. Hetta verður gjørt í samstarvi við Mentamálaráðið.
Tað er Jógvan við Keldu, sum tekur sær av sangskúlanum og sum er leiðari og lærari. Aldursmarkið hjá næmingunum verður frá 11-14 ár.
Fyrsta royndin varð gjørd seinasta vetur og skeiðið endaði við eini konsert. Norðlýsið frættir frá Klaksvíkar Kvøld og Ungdómsskúla, at uppmøtingin hjá næmingunum var heilt góð. – Ikki færri enn 24 næmingur gingu til hesa undirvísing.
Skúlin savnaði næmingarnar aftur í oktober í fjør fyri at vita, hvussu mangir ætlaðu at halda fram, og vísti tað seg, at í øllum førum, ætlaðu 21 næmingar at halda fram nú í vetur, umframt at nýggir næmingar kunnu tekna seg.
Skúlin verður mánakvøld kl. 17 – 20 og hóskvøld 19.15 – 22.15.
Eins og seinasta vetur, verður undirvíst í kórklangi, retorikki, framtóning og framførslu, rútmu, musikteori og tónlistasøgu.
Eftir tí sum Norðlýsið frættir, so eru tað fleiri av næmingunum, sum hava áhuga í at syngja hvør sær, so undirvíst verður bæði í samsangi og einsæris.
Eins og seinasta vetur verður eisini sungið saman við blandaðum kóri og við tilknýti til tónlistaskúlan.
Tey sum ætla sær at verða við, skulu bara møta í Gomlu Fimleikarahøllini hóskvøldið 15. januar kl. 19.15, har tilmeldingin verður.

Harleywoodpaint