Tá 2 av teimum íalt 10 umførunum vóru eftir at telva, var kappingin ógvuliga miseydnað fyri Ólavs viðkomandi, sum tá bert hevði vunnið sær 2½ stig av 8 møguligum, men við javnleiki og sigri til seinast pyntaði hann munandi um endaliga úrslitið.
Eingin føroyskur
IM-normur.
Tað gjørdist eingin føroyskur IM-normur á hesum sinni. Til tað var byrjanin hjá teimum føroyingunum í kappingini ov vánalig.
Ofta verður sagt av telvarum, at tú skalt ikki missa ov nógv stig í teimum fyrstu umførunum, um møguleikin fyri IM-normi skal vera góður í eini kapping.
Teir, ið hesa ferð vunnu IM-normar vóru: FM Craig Hanley, FM Helge A. Nordahl og FM Magnus Carlsen, sum einans er 12 ára gamal!
Martin Poulsen
besti føroyingur.
Av føroyingunum kom Olaf Berg best frá byrjan, og hann lá eisini fremstur av teimum stóran part av kappingini.
Móti endanum kom Martin Poulsen best frá telvingini, og endaði hann fremstur av føroyingunum við 6 stigum á einum flottum 17. plássi, eitt hálvt stig framman fyri Olaf Berg á 23. plássi.
Eyðun Nolsøe endaði sum nr. 32 við 5 stigum, meðan Ólavur gjørdist nr. 45 við sínum 4 stigum.
Endaliga støðan:
3 teir fremstu:
Nr. 1. GM Eduard Rozentalis LIT 2585 8,0 stig
Nr. 2. GM Normunds Miezis LAT 2523 7,5 stig
Nr. 3. GM Sergei Ovsejevitsch UKR 2517 7,0 stig
—
Føroyingarnir:
Nr. 17. Martin Poulsen FAI 2244 6,0 stig
Nr. 23. Olaf Berg FAI 2065 5,5 stig
Nr. 32. Eyðun Nolsøe FAI 2236 5,0 stig
Nr. 45. Ólavur Simonsen FAI 2265 4,0 stig
Helst ávirkaði
skúlauppgávan.
At vinna 4 stig í slíkari kapping er neyvan nøkur gøla, men hinvegin er eingin ivi um, at Ólavur undan kappingini ætlaði sær meira í stigaposan.
Sum eina møguliga orsøk til laka úrslitið hjá honum nevna telvarar í KTF, at Ólavur dagarnar undan fráferðini til Noregs hevði nakrar sera langar dagar við eini uppgávu, sum hann beint undan fráferðini lat inn í sambandi við útbúgving sína á Fróðskaparsetri Føroya.
Helst man troyttleikin av hesi skúlauppgávuni hesa ferð hava kostað honum nøkur stig í talvkappingini men soleiðis eru treytirnar nú einaferð hjá amatørum. Teir skulu eisini røkja sínar dagligu uppgávur.
Úrslitini hjá
Martini Poulsen:
1. Javnleik við hvítum ímóti: Ragnar KNUDSEN 1817
2. Sigur við svørtum ímóti: Øyvind PEDERSEN 2054
3. Tap við hvítum ímóti: IM Mark BLUVSHTEIN 2461
4. Sigur við svørtum ímóti: Tobias LÖNNGREN 2122
5. Tap við svørtum ímóti: GM Aleksei LUGOVOI 2540
6. Javnleik við hvítum ímóti: Øystein BØYUM FOSSUM 2167
7. Sigur við hvítum ímóti: Alf Roger ANDERSEN 2142
8. Tap við svørtum ímóti: Geir Sune TALLAKSEN 2258
9. Sigur við svørtum ímóti: Kjetil STOKKE 2136
10. Sigur við hvítum ímóti: Stig K MARTINSEN 2085
SAMANLAGT 6 stig
Úrslitini hjá
Olafi Berg:
1. Sigur við hvítum ímóti: Glenn CHARLESHOUSE 2284
2. Tap við svørtum ímóti: FM Helge A NORDAHL 2303
3. Sigur við hvítum ímóti: Boris BERNING 2240
4. Tap við svørtum ímóti: FM Magnus CARLSEN 2279
5. Sigur við svørtum ímóti: Matts UNANDER 2214
6. Tap við hvítum ímóti: FM Riku MOLANDER 2291
7. Sigur við hvítum ímóti: Corrado ASTENGO 2172
8. Javnleik við svørtum ímóti: Øystein HOLE 2252
9. Sigur við svørtum ímóti: Josef ASK 2128
10. Tap við hvítum ímóti: WGM Tatiana SHUMIAKINA 2364
SAMANLAGT 5½ stig
Úrslitini hjá
Eyðuni Nolsø:
1. Sigur við hvítum ímóti: Tor Kristian LARSEN 1747
2. Tap við svørtum ímóti: FM Craig HANLEY 2359
3. Tap við hvítum ímóti: Stig K MARTINSEN 2085
4. Sigur við svørtum ímóti: Gunnar BUE 1991
5. Sigur við hvítum ímóti: Kai-Roger JOHANSEN 2084
6. Tap við svørtum ímóti: GM Heikki WESTERINEN 2374
7. Javnleik við hvítum ímóti: Kjetil STOKKE 2136
8. Javnleik við svørtum ímóti: Tobias LÖNNGREN 2122
9. Tap við hvítum ímóti Alf Roger ANDERSEN 2142
10. Sigur við svørtum ímóti: Stefan HÖRBING 2038
SAMANLAGT 5 stig
Úrslitini hjá
Ólavi Simonsen:
1. Sigur við hvítum ímóti: Per JOHANSSON 2016
2. Tap við svørtum ímóti: GM Normunds MIEZIS 2523
3. Tap við hvítum ímóti: Björn GAMBÄCK 2213
4. Sigur við svørtum ímóti: Øyvind PEDERSEN 2054
5. Javnleik við hvítum ímóti: Kim NYGREN 2202
6. Tap við svørtum ímóti: Hans Krogh HARESTAD 2236
7. Tap við hvítum ímóti: Stefan HÖRBING 2038
8. Tap við hvítum ímóti: Terje TORGERSEN 1790
9. Javnleik við svørtum ímóti: Ragnar KNUDSEN 1817
10. Sigur við hvítum ímóti: Steinar BRYN 1561
SAMANLAGT 4 stig




