Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Karstin Joensen málmaður, venur nú aftur við KÍ: Hevur leikt fleiri u-landsdystir men vil nú royna seg í 1. deild

John William Joensen

Eftir fleiri góð ár í KÍ, har hann fleiri ferðir varð úttikin til u-landslið, áðrenn hann hevði aldur, so hvarv Karstin Joensen úr fótbóltsheiminum í Klaksvík til Leirvíkar at spæla bólt við LÍF í 2. deild – men nú er hann aftur í barndómsfelagnum KÍ.

Klaksvíkingar, sum hava fylgt KÍ og føroyskum fótbólti tey seinnu árini, kenna navnið Karstin Joensen og vita, at vit her tosa um ein málmann, sum heilt frá ungum av hevur gjørt vart við seg, ikki minst á nøkrum u-landsliðum.

14 ára gamal varð
hann úttikin á U16.
Tað eru neyvan so nógvir føroyskir málmenn, ið kunnu breggja sær av at hava leikt við trimum føroyskum u-landsliðum – Karstin er ein.
Hann hevur leikt við U14-, U16- og U18-landsliðnum, og fyri at tað ikki skal vera lygn, so var hann valdur at leika við U16-landsliðnum, tá hann var einans 14 ára gamal – altso 2 ár “ov tíðliga”.
Við støði í hesum vóru fótbóltsútlitini bjørt hjá unga klaksvíkinginum.

Fremmandir
KÍ-málmenn.
Men tað at vera málmaður er á mangan hátt øðrvísi enn at vera ein útileikari, tí tað er bara pláss til tann eina málmannin á hvørjum liði.
Ein málmaður hevur ikki møguleikan sum útileikarar at royna seg á einum øðrum plássi á vøllinum, tí har er ikki meira enn eitt málmanspláss á hvørjum liði.
Hetta ger málmenninar serliga útsettar, um teirra felag – sum fleiri gera í dag – byrja at keypa sær góðar leikarar úr útlandinum. Fellur valið á ein útlendskan málmann við drúgvum altjóða royndum, ja so er einki pláss afturat til heimligu málmenninar inni á liðnum.

Stephen Boyle og
Zoltan Kujundzic.
Kappingarárini upp til og við 1998, vóru tað heimligir leikarar, sum mannaðu málmansplássið í 1. deild hjá KÍ, men broyting kom í hetta, tá Tony Paris árið eftir sendi boð eftir málmanninum Stephen Boyle úr USA, sum restina av tí kappingarárinum vardi KÍ-málið, meðan klaksvíkingarnir sótu á beinkinum.
Nakað av tí sama hendi í 2000 undir tí næsta KÍ-venjaranum, Tomislav Sivic, sum sendi boð til sítt heimland eftir einum royndum málmanni, Zoltan Kujundzic.
Her fingu KÍ-málverjarnir tó tann fyrimun burtur úr Zoltan, at hann umframt at verja málið eisini tók sær av málmansvenjingum.

Leikti bara 5 dystir
í 2000 vegna skaðar.
Gongdin hjá Karstini sum málmaður hevði verið rættiliga jøvn og góð, har hann á hvørjum ári hevði gjørt framstig, og sum 18 ára gamal í 2000 skuldu tí allir møguleikar ligið fyri honum.
Soleiðis skuldi tó ikki gangast honum, tí alt hetta árið varð hann raktur av einum skaða fyri og øðrum eftir, sum gjørdu, at hann samanlagt alt hetta kappingarárið bara leikti 5 (fimm) dystir. So løgið sum tað kann ljóða, so var tann eini av hesum dystum ein U18-landsdystur ímóti Italia.
Fyrst var tað liðbandið til tummilfingurin, síðani breyt hann ein fingur, og oman á tað heila kom hann í hesum árinum út fyri einum ferðsluóhappi, sum gav honum ein skaða í hálsin. Harumframt vóru eisini aðrir snuddir.
Sostatt kann í stuttum sigast, at skaðar oyðiløgdu Karstini alt fótbóltsárið 2000.

Fyrsti dystur
fyri 1. deild.
Hóast kappingarárið 2000 fyri hann persónliga var eitt satt skaðaár, so var tað í hesum sama árinum – á ársins seinasta leikdegi – at Karstin Joensen fyri fyrstu ferð leikti ein landskappingardyst fyri 1. deild hjá KÍ.
Hetta var leygardagin tann 30. september 2000 vesturi í Sørvági, har Karstin kom inn á vøllin í teimum allar seinastu minuttunum av dystinum, sum KÍ vann 5-4 á FS Vágum.
Síðani tá hevur Karstin enn ongan landskappingardyst leikt fyri KÍ.

Fyrstu ferð við
2. deild í 2001.
Tað var undir hesum umstøðum, at Karstin Joensen byrjaði at nærkast 1. deildarhópinum.
Eftir at útlendingar árini frammanundan í stóran mun høvdu hildið teir heimligu málmenninar frá málinum í 1. deild, tóktust møguleikarnir at verða fleiri í 2001, tá tað vísti seg, at Zoltan ikki aftur varð boðsendur.
Nú stóð tað millum annað ímillum Meinhard Joensen og Karstin, og vísti tað seg, at KÍ-venjarin, Sivic, burturav valdi at satsa upp á tann fyrr nevnda.
Men KÍ hevur í fleiri ár verið heppi eisini at havt eitt 2. deildarlið, og hóast tað var tungt at byrja aftur í 2001 eftir mongu skaðarnar í 2000, so eydnaðist tað honum at koma í gongd aftur, og sum 19 ára gamal vardi Karstin í 2001 fyri fyrstu ferð málið hjá 2. deild í KÍ.
Hann leikti við í 15 av landskappingardystunum hjá 2. deild hetta árið.

Kappingarárið í LÍF
gav mær sjálvsálit.
Tá kappingarárið 2002 nærkaðist, kom eisini spurningurin, hvat hann skuldi satsa upp á sum fótbóltsleikari.
Karstin greiðir frá, at LÍF um hesa tíðina setti seg í samband við hann við fyrispurningi, um hann vildi koma at leika við teimum.
– Eg skilti tá á teimum, at teir vildu nakað við sínum felag, og aftan á nakað av samkifti, gjørdi eg av at flyta til LÍF at leika, sigur Karstin, sum nú aftaná er sera væl nøgdur við tíðina í Leirvík.
– Tað var eitt dreymaár fyri meg, tí hóast tað ikki gekst liðnum, sum ætlað, so var árið gott fyri mítt egna viðkomandi. Eg eri eisini fegin um, at teir vóru áhugaðir at halda fram við samstarvinum.
– Alt í alt eitt kappingarár, ið hevur givið mær sjálvsálit sum málmaður, sigur málmaðurin, sum tann 28. mai í ár fer at runda tey 21 árini.

Vil royna, hvussu
langt tað røkkur.
Karstin Joensen er nú aftur í sínum barndóms- og ungdómsfelag, KÍ, her hann er byrjaður at venja saman við hinum í 1. deildarhópinum í tí skiftandi januar-veðrinum.
– Eg havi tikið avgerð um at taka tað seriøst, sigur Karstin, – so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur.
Vit takka Karstini fyri prátið og ynskja honum góða eydnu.