Íslendski málverjin, 29 ára gamli Albert Sævarson, sum júst hevur gjørt sáttmála við B68 verður møguliga einasti útlendingurin hjá B68 í ár.
At B68 í fjør endaði á einum 6. plássið var uttan iva sera skuffandi, tí nógv varð annars gjørt fyri at toftamenn kundu vera millum fremstu liðini.
Pengar eingin trygd
Formaðurin hjá B68, Niclas Davidsen, sigur at hóast teir á papírinum áttu ein góðan hóp og ein topp venjara, so rakk hetta als ikki málssetningurin sum var at blanda seg millum oddafeløgini í føroyskum fótbólti.
" Hetta prógvar bert at tað ikki altíð er samband millum tað tú brúkar av peningi og tað sum tú fært afturfyri. Hinvegin eru vit nú í tí hepnu støðu at vit hava fingið eina ávísa tilgongd av leikarum, sum fyri fyrstu ferð í fleiri ár ger at vit fáa eina stammu av leikarum, sum verður heimahoyrandi á toftum."
Í fjørð hevði B68 7 leikarar sum vóru kontraktaðir aðrastaðni frá. Harav vóru heili 4 útlendingar, men sambart B68 formanninum verður tað møguliga bert tann eini útlendingurin í ár.
Tó verður upplýst á heimasíðuni hjá felagnum at Dánjal Hansen, sum í fjør leikti við Skála og annars hevur leikt við NSÍ, nú er partur av hópinum hjá toftamonnum.
Málið er at koma út í Europa at leika
Niclas Davidsen sigur at teir stremba eftir einari rímuligari plásering og skal tað helst verða ein slík sum gevur atgongd til Europa Cup.
"Vit hava repa tey fíggjarligu seglini, og færa sum sagt fyrst og fremst at satsað upp á heimligar leikarar. Málsetningurin er tó at fáa eina plasering sum gevur atgongd til Europa Cup."
Venjari hjá B68 í ár er Petur Mohr, og frætta vit at teir eins og KÍ eru farnir at venja.




