Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú verður val!

John William Joensen

Frá mánadegnum 3. mars og tvær vikur fram verður høvi hjá ábyrgdarum sparikassans at fara til valborðið eins og veljast kann á stóra ábyrgdarafundinum, ið verður fríggjakvøldið 21. mars

Í farnu viku varð valið til umboðsráð sparikassans útskrivað, og er hetta triðja ferðin ábyrgdararnir fáa høvi at fara til valborðið. Fyrstu ferð varð í 1995 og aðru ferð í 1999.
Valið er uppbýtt í fleiri partar. Mikudagin í farnu viku varð valið útskrivað og allir myndugir ábyrgdarar kunnu skjóta upp valevni og velja, meðan allir persónliga myndugir ábyrgdarar kunnu stilla upp. Hetta merkir, at feløg, sum eru ábyrgdarar, kunnu velja, men ikki gerast valevni.

Umráðandi at minnast til tíðarfreistirnar
Umráðandi er at minnast til ymisku tíðarfreistirnar. Komandi mikudag, hin 29. januar, er evstamark fyri innlating av uppskotum til valevni, og fríggjadagin 31. januar er evstamark fyri nýtekning av ábyrgdarum og hækking av ábyrgdarapeningi, skal hetta fáa gildi til valið hesuferð.
Sum ábyrgdari eigur tú eina atkvøðu fyri hvørjar 1.000 kr. í ábyrgdarafæi, men tó í mesta lagi 10 atkvøður.

Valið
Valið fer fram á deildum sparikassans frá mánadegi 3. mars til og við fríggjadagin 14. mars 2003. Til ber eisini at velja á stóra ábyrgdarafundinum, ið verður í KÍ-Høllini fríggjakvøldið 21. mars. Úr sparikassanum frættist annars, at skráin er rættuliga forvitnislig.

Umboðsráðið
39 umboð skulu veljast í umboðsráðið, ið er sett saman við 22 umboðum fyri Klaksvíkar Kommunu og útlond, 9 fyri Leirvík og Føroyar annars, 6 fyri økið eystan Múla og 2 fyri Kalsoy og Kunoy. Umboðsráðið, ið er hægsti myndugleiki sparikassans, hevur tveir fundir um árið, aðalfundin umframt hálvárliga umboðsráðsfundin, ið vanliga er í august ella september mánað.