Jógvan við Keldu, løgtingsmaður er ósamdur við Bjarna Djurholm, landsstýrismann, um støðu hansara í málinum um Norðoyatunnilin.
Vísandi til grein í Dimmalætting, mikudagin, har Bjarni Djurholm ikki sá seg føran fyri at handla út frá verandi viðurskiftum í samband við Norðoyatunnilin, setti Norðlýsið seg í samband Jógvan við Keldu, løgtingslim og spurdi hann, hvussu hann sá upp á hesa støðuna, sum er íkomin, har landsstýrismaðurin sigur seg ikki kunna handla út frá gjørdum samtyktum.
Jógvan við Keldu sigur, at hann hevur verið í samband við Bjarna Djúrholm, og at hann ikki skilur hesa viðgerðina, tí fyri tað fyrsta gongur samtyktin út uppá, at Bjarni Djúrholm skuldi ráðføra seg við Klaksvíkar og Lorvíkar kommunu. Tað hevur hann gjørt.
Í øðrum lagi hava samgonguflokkarnir bundið seg til at ætlanin sum lorvíkingar ynskja, at ein tunnil fer undir bygdini, skal fremjast.
Sjálvandi skilji eg væl at landsstýrismann eru ørkymlaðir út frá tí viðferð, sum eitt nú Jørgen Niclasen fekk, men vit skulu vera varnir við at viðgera mál av tílíkum slagi hysteriskt.
Vit skulu hava í huga, at okkara lítla land uppá 47.000 fólk, hevur ongan lívsmøguleika, um so er at ikki smidliga verður atborði, sterkar avgerðir vera tiknar og at vit við hesum fáa úrslit.
Tað ber ikki til, at ein tílík viðger skal seinka einum slíkum týdningarmiklum máli sum snýr seg um lív ella deyða fyri vinnulívið og menning annars í Norðoyggjum.




