Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Telving, Rani Baldursson fyrireikar seg til NM: Talvlærarin og –næmingurin

(
John Færø)

Í hesum døgum situr 16 ára gamli evnaríki telvarin Rani Baldursson í hølunum hjá Kl. Talvfelag saman við venjara sínum Petur Hans Poulsen og fyrireikar seg til at umboða Føroyar í norðurlandameistarakappingini, sum verður í Norðurlandahúsinum triðja vikuskiftið í februar.

Í næsta mánað verður norðurlandameistarakappingin fyri einstaklingar, sum hesa ferð verður hildin í Norðurlandahúsinum í Føroyum.
Tveir telvarar eru úttiknir fyri hvørja av norðurlendsku tjóðunum, so talan verður veruliga um nakrar sera sterkar útvaldar telvarar, sum fara at møtast í kappingini.

Í bólkinum fyri teir 16 ára gomlu er annar telvarin klaksvíkingur. Tað er Rani Baldursson, sum fyri stuttum fylti 16 ár.

Eyðvitað hevur ein telvari, sum verður úttikin til luttøku í norðurlandameistarakappingini, góðar í holdið bornar gávur at telva – tað sigur seg sjálvt – men líka so vist er tað eisini, at hann ikki hevur rokkið hesum máli uttan nógva, miðvísa og áhaldandi venjing og undirvísing.
Her hevur lærumeistari hansara Petur Hans Poulsen, sum eisini er formaður í Klaksvíkar Talvfelag, gjørt eitt framúr gott og miðvíst arbeiði – bæði fyri Rana, sum nú av álvara skal royna sínar veingir innan telving, eins væl og fyri føroyska telving yvirhøvur.

Teir gleða seg
til kappingina.

Tað var ikki sørt, at teir báðir tóktust spentir, tá vit í vikuni løgdu leiðina inn í ”Skákið”, sum er húsið hjá talvfelagnum við Gerðagøtu.
Og tað eru eisini góðar orsøkir til at vera spentur, nú fyrireikingarnar til NM-luttøkuna hjá unga telvaranum eru byrjaðar, tí hetta verður hansara higartil mest krevjandi uppgáva sum telvari.
Sum vant vóru teir blíðir og tíðir í Skákinum. Tummas Martin Anthoniussen, sum er ein av fremstu hjálparmonnunum hjá Petur Hans í sambandi við ungdómsarbeiðið, skonkti ein kaffimunn, og so sluppu vit at fylgja eitt sindur við venjingini og órógva við spurningum.

Nú venur hann
næsta ættarlið.

Petur Hans hevur sera drúgvar royndir í at undirvísa og venja ungar telvarar upp, men nærlagnið er avgjørt ikki minkað fyri tann skuld, og eldhugin er stórur, nú eitt av nýggjastu talentunum hjá KTF hevur kvalifiserað seg til at umboða Føroyar í millumtjóða talvkapping.
– Fyrsti veturin, har eg veruliga fór at virka sum venjari hjá teimum yngru her í felagnum, var í 1977-78, tá Haldur Suni Johansen og Rani Hansen vóru millum telvararnar, greiðir Petur Hans frá.
Til stuttleikar kann nevnast, at onkrir av ungu telvarunum, sum Petur Hans í dag venur í Skákinum, eru synir hjá teimum fyrstu, ið hann vandi – jú formaðurin í KTF hevur verið leingi í fakinum og veit, hvat hann tosar um.

Venja ymiskar
endatalvsteoriir.

Nú tað er farið at nærkast NM-kappingini, sum verður triðja vikuskiftið í februar, hava teir báðir avtalað at leggja serligan dent á at venja teoriir fyri endatalv.
– Hetta er nakað, sum ein telvari eigur at duga uttanat, soleiðis at hann veit, hvussu hann skal bera seg at, um hann kemur í hesar støðurnar í talvdysti, greiðir Petur Hans frá og nevnir sum dømi eina teori, ið var roknað út longu í 1497 og sjálvandi verður nevnd eftir viðkomandi telvara.
Nei, telving er ikki nakar nýggjur arvur – frálæran er í summum førum aldargomul.
At duga væl endatalv hevur onkuntíð víst sítt virði. Serliga ein hending er minnilig í so máta. Tað var í 1988, tá Kl. Talvfelag vann sítt fyrsta FM-heitið í liðkappingini í 1. deild. Tað árið vann Ville Olsen tað seinasta talvið í tí allarseinasta dystinum júst uppá sína vitan á hesum øki og tryggjaði harvið KTF fyrsta føroyameistaraheitið.

Rani vísti skjótt
gott talv-hegni.

Tað er ikki endiliga tí, at hann byrjaði so tíðliga at telva, at Rani Baldursson er náddur so langt sum tað at umboða land sítt innan telving.
Rani byrjaði at telva í felagnum sum 11-12 ára gamal og hevur sostatt telvað í KTF í áleið 4 ár.
– Tað er ein samanseting av ymiskum eginleikum og evnum, sum skapa fortreytirnar fyri einum góðum telvara, sigur Petur Hans, sum ikki dylur fyri, at hann skjótt dugdi at síggja góðu evnini hjá Rana til at loysa tær ymsu talv-uppgávurnar, sum hann setti honum.

NM er ein stórur biti
men góður lærdómur.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at telvari úr Kl. Talvfelag kvalifiserar seg til NM fyri einstaklingar. Her kunnu nevnast telvarar sum Ólavur Simonsen, sum í dag er fremsi telvarin á 1. liði hjá KTF, og Rúni Dragaberg, sum fyri ikki langari tíð síðan gjørdist unglingaføroyameistari.
Petur Hans dylur tó ikki fyri, at ein luttøka í NM er ein sera stórur biti fyri Rana.
– Tað verður hart, men soleiðis eru treytirnar, um ein vil koma víðari. Hinvegin er hetta eitt gott høvi at læra og vinna sær royndir sum telvari, heldur Petur Hans.
– Ein skal tí ikki rokna við ov nógvum, men skuldi tað hent, at Rani fekk eitt gott úrslit ímóti onkrum við nógv meira í rating enn hann, so ger hann eitt lop uppeftir á styrkilistanum.

Vit takka fyri stóra blíðskapin í Skákinum og ynskja Rana góða eydnu við NM-luttøkuni.