Hetta er óvanligt og er tað eisini fyrstu ferð, at felagið hevur havt aðalfund uttanfyri Klaksvíkina síðan stovnanina í 1985. Tó onki løgið í hesum, tí felagið eitur jú Norðoya Listafelag.
Hugskotið var gott, tí ein triðingur av limunum møttu upp og tað er óvanligt hjá hesum smáu áhugafeløgunum, sum hava so stóran týdning í lokalsamfelagnum.
Onkur hevur ivaleyst ivast í Kalsoyartúri hesa árstíðina, men væl gekk og veðrið skikkaði sær sera væl. Aftaná túrin yvir við góða gamla Barsskor og busstúrin norð til Mikladals, fingu vit morgundrekka í Innistovu. Uppi á loftinum hevði Hjalmar hongt nøkur bíløt upp, sum hann hevur avmyndað úr Kalsoynni gjøgnum tíðina, so her gjørdist prát beinanvegin.
Síðan var gingið um alla bygdina við Heðin sum frásøgumanni.
Eisini vóru onnur fróðarfólk við, sum eisini vitstu at leggja afturat, so hvørt hús og ættarviðurskiftini vóru uppi og vendu. Ikki at gloyma tey mongu listafólkini við tilknýti til Mikladals.
Vit vóru eisini inni í kirkjuni og niðri á lendingini, sum nú ivaleyst kann friðast.
Hetta var sera hugnalig løta í tí góða vetrarveðrinum og av hesum ættarprátinum gjørdust fleiri nær í slekt. Ættarbondini inn í Bø vóru og eru nógv og onkur kom heilt aftur til Heina Havreka eftir stuttari løtu við síni slekt. Bert spell at okkara fyrrverandi nevndarlimur í fleiri ár, Freydis Poulsen ikki var við, men so hevði kanska verið ov nógv ættarprát . Túrðurin var hóast alt ikki ætlaður sum ættargransking.
Meðan vit hava spákað í Mikladalstúni, hevur Bernhardina gjørt døgurða ræst kjøt og súpan og varð hetta sera væl dámt .
Aðalfundurin varð settur
um hálvgun trý tíðina.
Síðan stovnanina hevur Norðoya Listafelag keypt fyri yvir hálva millión í myndum og hevur harafturat fingið sum gávu heilar samlingar og einstakar myndir, so savnið hjá felagnum er sera umfatandi, serliga við verkum av listafólkum úr Norðoyggjum.
Norðoyastevnuframsýning felagsins er vorðin meira og meira vitja fyri hvørt ár og givið felagnum pening til keyp av listaverkum og er ein góður sýnisgluggi hjá nýggjum og kanska komandi listafólkum, so tað er at gleðast um tey mongu vitjandi, serliga síðan hon kom í miðbýin.
Eisini hevur plakatsøla felagsins hesi árini givið pening til felagið og nú er Toftavatn hjá Mikines uppaftur prenta.
Trupuleikin eru tey nøktandi hølini.
Ætlanin er og hevur leingi verið, at fáa okkurt betri til goymslu og serstakliga til framsýningar. Ongin kann vera nøgdur við, at savnið er goymt burtur. Tí er framsýningarhølið alneyðugt. Ikki bert fyri Norðoya Listafelag, men fyri listafólk í Klaksvík og aðrastaðni frá. Saknur hevur verið í teimum. Eisini í teimum listafólkum, sum eru byrjaði her norðuri. Tílíkt hølið kann einans fáast til vega við góðum stuðli, serliga kommunalum. Her skal beinanvegin sigast, at felagið er væl nøkt við stuðulin frá Klaksvíkar Kommunu annars. Tað er eitt stórt tak, men tað er ikki ógjørligt. Ymiskar ætlanir hava verið hesu seinnu árini, eisini saman við øðrum, men enn er onki ítøkiligt komið burturúr og tað er spell.
Felagið hevur enn eina ætlan og við vælvild kommununar kann komast eitt stórt fet framímóti einum listaskála í Norðoyggjum og tað hevði verið hugaligt hjá okkum her norðuri. Eisini kann bíðast til ovseint er.
Tað positiva er, at nú eiga vit innihaldið, men vænta skelina.
Í Klaksvík hevði Jens D. Frederiksen fyri einum ári síðan ein góðan fyrilestur um list og hevur hann lovað felagnum at halda ein afturat skjótt, við útgangsstøði í sjálvum savninum hjá Norðoya Listafelag.
Tað skuldi ikki verið minni áhugavert.
Jens D. Frederiksen er maðurin, ið nú er vorðin tann nýggi stjórin í Listaskálanum í Havn.
Nær og hvar fyrilesturin verður hildin, verður lýst seinni.
Tveir nevndarlimir vóru á vali og vóru tey afturvald.
Í nevndini eru Bernardina Klein formaður, Sigrun Skálagarð, Anna Thomsen, Heðin Klein, og Jóannes Poulsen.
Afturvaldur sum eykamenn Knút og Jóin og sum grannskoðari síðan stovnanina er Líggjas í Bø.




