Liðið sum gerst FM vinnari í fótbólti 2003 kostar í minstalagið hálva aðru millión krónur í leikara- og venjaralønum.
Tá ið KÍ gjørdist føroyameistari og steypavinnari 1999 kostaði tað Klaksvíkar Ítróttarfelag omanfyri eina millión krónur í lønum til leikarar og venjarar.
Tað er rætt, at KÍ samstunds fekk eina millión frá UEFA fyri at hava kvalifisera seg til UEFA CUP sum meistari, men her skullu ferðaútreiðslurnar í samband við Europa Cup trekkjast frá, so úrslitið gjørdist eitt stórt minus um vit bert taka tann fíggjarliga partin við í myndina.
Síðani hevur KÍ havt tað sera trupult fíggjarliga, og nýggja leiðslan, sum tók við á seinasta ársaðalfundinum hevur brúkt stórsta partin av tíðini til at fáa fíggjarligu karmarnar hjá KÍ í eina fasta legu, og hettar arbeiði hevur gingið væl.
Leikarahópurin kostar umleið
1,3 millión krónur
Taka vit ein av teimum hópunum, sum í føroysku landskappingini ætlar at berjast um gullkrónurnar, ja so kosta hesir leikarahópir í minstalagið 1,3 millión krónur í leikara- og venjaralønum.
Um hesi feløg eru so heppin at gerast føroyameistara og steypavinnara, so skullu feløgini hosta upp við umleið 1,5 milliónir krónir.
Hetta eru ikki tøl, sum vit tveita taka úr leysum lofti, men vit eru komnir fram til hesi eftir samrøður við formennirnar í nøkrum av fremstu føroysku fótbólts feløgunum.
Ein av formonnunum, sum Norðlýsið tosaði við, segði bart út, at ein stórur trupuleiki var at ítróttarfeløgini kappast á ójøvnum fóti.
"Tey flestu feløg eru í tí støðu at lokalu myndugleikarnir hava átikið sær allar útreiðslur av karmunum kring feløgini. Tvs. at kommunurnar gjalda fyri vøll, viðlíkhald av vøllum, hallir og eisini útvega feløgum tey neyðugu felagshølini at virka í. Summar kommunur gjalda enntá fyri raksturin av felagshølunum, meðan aðrar hava bert hjálpt feløgunum við byggingini og hava síðani latið raksturin yvir til feløgini.
Men ójavnin ger seg serliga galdandi í lønarútgjaldingunum. Tað eru feløg sum gjalda lønir uttan um A-lønarskipanina og tí verður kappingin um leikarar sera ójøvn."
Høvuðsstaðarfeløgini í serstøðu?
Tá ein tosar við leiðslurnar í høvuðsstaðarfeløgunum um lønir til leikarar, siga tær at tað óivað er bílgari at halda upp á leikarar í høvuðsstaðnum enn úti um landið.
Her telja tær tradionellu orðsøkirnar sera nógv. Her verður hugsað um at flestu leikarar skulu til høvuðsstaðin í lestrarørðindum og eru tá so bundnir at skúlunum í høvuðsstaðnum soleiðis at teir ikki hava nakran annan møguleika enn at verða í einum av høvuðsstaðarfeløgunum.
Men tað sum høvuðsstaðarfeløgini kanska ikki brúka í leikaralønum, brúka tey í umstøðum kring leikararnar.
Taka vit B36 sum dømi, so hava teir eitt sera væl virkandi umhvørvi kring leikararnar.
Teir hava eini flott og góð felagshús við, m.a. eini kaffistovu, sum altíð er opin tá 1. liðshópurin venur líkamikið hvussu nógvir leikarar eru til venjing.
Eisini hevur høvuðsstaðurin nógv at bjóða ungum monnum sum teir jú ikki fáa úti kring landið, og tí telur tað eisini við tá leikarar velja at flyta til B36 ella HB.
Tað at hesi feløg ikki beinleiðis gjalda eins nógv til leikararnar sigur okkum einki um hvussu einstakið leikarin er løntur. Tað eru jú nógvir leikarar sum ikki fáa løn beinleiðis frá feløgum, men hinvegin hava onkran "persónligan sponsor«, sum feløgini í prinsippinum einki vitað um. Eisini hjálpa feløgini leikarunum at finna íbúð í høvuðsstaðnum, sum í sær sjálvum telur sera nógv hjá einum sum skal lesa í Havn.
Hvar eru vit í Klaksvík?
Flestu klaksvíkingar droyma um at KÍ aftur far eina gull-tíð. Vit hava ofta hoyrt um 60-ini tá klaksvíkingar vóru best, og vit kunnu staðfesta at vit kláraðu okkum bara væl í 90-unum.
Men verðuleikin í dag er at eitt FM heitið kostar næstan 2 milliónir krónur í lønum til leikarahópin, og ætlað vit okkum at vinna Klaksvíkini heiður í fremstu ítróttini her á landi, so kann Klaksvíkar Ítróttarfelag ikki náða hesum málinum upp á tann góða gamla mátan.
Áskoðarainntøkur og sponsorpeningur tilsamans hjá KÍ liggjur beint undir milliónina.
Tað eigur tí at standa øllum greitt at um vit í framtíðini skulu náða fremstu rókini, so má eitt samanspæl verða millum allar partar her í Klaksvík t.v.s. at lokalpolitikarar eisini noyðast at hyggja upp á hvussu ítróttin í býnum verður stuðla.




