Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogbóltur, meistaradeildin menn: Mjølnir vunnu oddabrakið í KÍ-høllini – væl stuðlaðir av áskoðarunum

(
John Færø)

Tað var gysari av einum flogbóltsdysti í KÍ-høllini í dag, tá bestu mansliðini hjá Mjølni og ÍF brustu saman í oddadystinum hetta vikuskiftið, sum eftir 4 sera jøvn sett, har Mjølnir ongantíð fekk færri enn 20 stig, endaði við 3-1 til heimaliðið.

Tað var rættiligur rómur undir dystinum í KÍ-høllini í dag millum sterkastu flogbóltsleikararnar í Klaksvík og Fuglafirði.
At flogbóltur kann vera ómetaliga spennandi var sjón fyri søgn – serliga í teimum báðum seinastu settunum, sum Mjølnir vann bæði við einans 2 málum, sum er tað minsta ein kann vinna eitt sett.

Eftir at Mjølnir tók fyrsta settið, sum teir vunnu 25-19, so svaraði ÍF aftur við at vinna tað næsta 25-20, og so var støðan 1-1.

Í triðja settinum legði Mjølnir bragdliga fyri og var ta einu løtuna á odda við 8 málum, men ÍF-ararnir svaraðu aftur og bardu seg uppaftur á javn. Tá støðan var 22-22, bað Mjølnir-venjarin um time-out.
Eftir hetta fótaði Mjølnir sær, og hóast tað stóð sera nógv á, eydnaðist tað teimum at vinna settið 25-23.

Nú hevði Mjølnir møguleikan at vinna dystin, um teir eisini vunnu tað fjórða settið. Útlitini fyri tí vóru tó ikki tey bjartastu, tí ÍF var meginpartin av hesum settinum nakað framman fyri Mjølnir – eini 2-3 mál.
Tá tað nærkaðist teimum tjúgu stigunum, tók fuglfirðingar dik á seg og løgdu seg enn longur framum. Til dømis var støðan ta einu løtuna 18-14 til gestirnar.
Men so svaraði Mjølnir brádliga aftur, tí løtu seinni var støðan 20-20, og útlit vóru fyri, at Mjølnir eisini kundi avgera dystin longu í hesum settinum.

Hesa løtuna kókaði KÍ-høllin rættiliga av rópum og klappi frá áskoðarunum, sum vóru rættiliga fjølmentir til dystin – lítil ivi er um, at hetta gjørdi sítt til úrslitið av dystinum.

Tað eydnaðist Mjølni at leggja seg framum 24-23 og harvið fáa sett- og match-bólt, men harða servan frá Stanislav fór tíverri aftur um baklinjuna, og ÍF fekk javna til 24-24.
Nú átti ÍF at serva – Mjølnir tók ímóti, og bólturin varð spældur upp til Trúgva í vinstra borði, sum í stórum stíli leyp upp og smekkaði til … harði smasjurin rakti í blokkin hjá fuglfirðingum og støkk út um teirra megin. Harvið hevði Mjølnir lagt seg fram um 25-24 – nú var rómurin øgiligur …

ÍF valdi nú at taka time-out í eini roynd at venda gongdini, men hetta hjálpti ikki, tí Mjølnir vann eisini tann næsta bóltin og harvið eisini dystin. Gleðin var stór, tá leikararnir takkaðu áskoðarunum fyri stuðulin.

Við hesum sigrinum er Mjølnir bara 1 stig aftan fyri ÍF í toppinum av meistaradeildini hjá monnum.

Spennandi verður at fylgja teimum teir komandi dystirnar.