Harleywoodpaint
Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Neistin vann 21 – 20 á Stjørnuni

Oliver Joensen

1. kvinnuliðini hjá Stjørnuni og Neistanum leiktu dyst í landskappingini í dag í KÍ-høllini.
Tað var Neistin, ið kom betur frá byrjan, og hendan gongdin helt fram allan fyrra hálvleik, sum endaði við einum 12-8 sigri til Neistan.

Í seinna hálvleiki kom Stjørnan betur við í dystin. Men megnaði tó ongantíð rættuliga at fáa tak á Neistanum.
Upp undir endan av dystinum gjørdist rættuliga spennandi tí liðini fylgdust rættuliga væl, men tað eydnaðist Neistanum at vera mest sum omaná alla tíðina og vunnu tær dystin við 21-20.