Vit búleikast í einum býi, har vøkstur er á øllum økjum, og fólkatalið økist, ja, vit skulu heili tíggju ár aftur í tíðina fyri at finna fólkatalið uppi á 4800. Síðani fór fólkatalið heilt niður á 4500, men nú kunnu vit staðfesta, at í dag eru 4810 borgarar í Klaksvík.
Walt Disney er siteraður fyri at hava sagt, at Allir okkara dreymar kunnu ganga út – um vit hava dirvið til at fylgja teimum.
Hetta eru væl vald orð, og mangan kunnu vit staðfesta, at so er.
Men tó skal skil og skynsemi til at fremja dreymar okkara til veruleika.
Umsíðir aftur
upp um 4800.
Vit búleikast í einum býi, har vøkstur er á øllum økjum, og fólkatalið økist, ja, vit skulu heili tíggju ár aftur í tíðina fyri at finna fólkatalið uppi á 4800.
Síðani fór fólkatalið heilt niður á 4500, men nú kunnu vit staðfesta, at í dag búgva 4810 borgarar í Klaksvík.
Hetta er at gleðast um, og orsøkirnar eru sjálvandi fleiri enn bert tann eina.
Býráðið arbeiðir
miðvíst við loysnum.
Lítil ivi er tó um, at nøkur viðurskifti hava avgerandi ávirkan á gongdina í íbúgvaratalinum.
Nakað av tí, sum eg her vil nevna, telist millum hesi.
Í býráðnum hava vit sett okkum fyri at gera tað, sum stendur í okkara makt, fyri at finna loysnir, sum gera, at gerandisdagurin í Klaksvíkar Kommunu skal virka so væl sum tilber hjá øllum.
Barnaansingin.
Barnaansingin var ein stórur trupulleiki, tí bíðilistin var so ómetaliga stórur.
Her hevur býráðið miðvíst arbeitt við loysnum, og hóast vit ikki eru komin á mál, kunnu vit staðfesta, at borgaranir eru sera væl nøgdir við hesar loysnir.
Býráðið helmar ikki í, fyrrenn komið er á mál, tí hetta hevur so stóran týdning fyri borgararnar, ikki minst barnafamiljurnar.
Útstykking til sethús
og alternativar loysnir.
Hetta býraðið hevur eisini lagt nógva orku í at útvega borgarum grundøkir til sethús, og sum fyrr nevnt, síggja vit nýggj sethús koma upp í nýggja býlinginum Undir Grashjalla. Hetta eru ungar familjur, sum seta búgv. Vit fáa støðugt fleiri umsóknir um grundøkið til sethús.
Harafturat hevur býráðið gjørt av at bjóða eitt stórt øki á Helnabrekku, sum kommunan er eigari av, út til byggifyritøkur at fara undir alternativar sethúsaeindir.
Stórur áhugi er fyri hesi ætlan, og komu fleiri sera áhugaverd tilboð inn.
Í løtuni eru samráðingar við eina av fyritøkunum, sum bjóðaðu. Tá hetta gerst veruleiki, fáa vit enn ein nýggjan býling í bý okkara, sum inniheldur nýggjar bústaðarmøguleikar fyri borgarar okkara.
Alt hetta er sjálvsagt viðvirkandi til, at ungar familjur flyta til Klaksvíkar.
Læknamiðstøðin og
Tryggingarfelagið.
Byggiarbeiði upp á nýggju Læknamiðstøðina í miðbýnum er nú byrjað.
Hesin bygningur fevnir um íalt 4 viðtalur til kommunulæknarnar. Okkara verandi kommunulæknarnir hava leingi bíðað eftir hesum.
Vónandi kann henda bygging vera við til at skapa trygg kommunulæknaviðurskifti í framtíðini.
Sum kunnugt er ætlanin, at Tryggingarfelagið Føroyar í næstum fer undir seinna byggistig av hesi somu byggiætlan, so vit ikki fáa hálvan bygning, men í ætlaðu endaligu støddini.
Nógv smá mál hava
eisini stóran týdning.
Mong mál kunnu í samlaðu myndini hjá býráðnum tykjast at hava lítlan týdning men kortini hava stóran týdning fyri tann einstaka borgaran, sum tí illneitast um hesi.
Bæði í býráðnum, umsitingini og á deildum býráðsins verður áhaldandi roynt at taka slík mál í størri álvara, og merkist hetta eisini aftur í nøgsemi borgarans.
Her valdar
áræði og styrki.
Tað er við miklum dirvi fyri bý okkara at hugt verður inn í framtíðina.
Her eru so nógvar virkisfúsar hendur, bæði á sjógvi og landi, sum eru tilreiðar at taka saman og fáa nakað av skafti, og við tílíkum hugburði takað vit órødd við avbjóðing.
Tað eru loysnirnar, ið bera okkum víðari og skapa møguleikarnar hjá teim ungu, sum fluttu burtur, og øðrum at búsetast aftur í Klaksvík.
Steinbjørn O. Jacobsen
borgarstjóri




