Nevndin í Føroya Banka samtykti á fundi 13. februar 2003 roknskap bankans fyri 2002, sum vísir eitt avlop upp á 182 mió. Kr. Fyri skatt.
Bruttoinntøkan setir met
Føroya Baki hevði í 2002 eitt úrslit av fíggjarpostum uppá 304 mió kr. Hetta er ein vøkstur upp á 0,8 prosent í mun til árið fyri og samstundis størsta bruttoinntøka bankans nakrantíð. Úrslitið fjalir tó eitt fall í nettorentuinntøkum bankans upp á 6,7 prosent, sum í 2002 fevndu um 243 mió. Kr. Í mun til 261 mió. Kr. Í 2001. ein avleiðing av fallandi rentustøðinum.
Harafturímóti hevði bankin framgongd upp á 23,9 prosent í kostnaðarinntøkum og øðrum vanligum inntøkum, sum fyri 2002 fevndu um 27 mió. Kr. Umframt hetta fevnir úrslitið av fíggjarpostum um virðisjavnan, sum fyri 2002 gav 33 mió kr. Í vinningi ímóti 19 mió kr. Fyri 2001.
41 pst. Av inntøkunum fara til útreiðslur
Útreiðslur bankans fyri 2002 gjørdust 127 mió. Kr. ein vøkstur svarandi til 6,4 prosent í mun til árið fyri. Útreiðslurnar vuksu sostatt meira enn inntøkurna, og sum avleiðing av hesum fullu inntøkurnar fyri hvørja útreiðslukrónu úr 2,55 kr. Fyri árið fyri niður í 2,42 kr. Í 2002.
Av inntøkum bankans fara soleiðis 41 prosent til útreiðslur.
Áðrenn tap og burturleggingar hevði Føroya Banki í 2002 eftir hetta eitt úrslit av vanligum rakstri upp á 177 mió. Kr. Árið fyri ein afturgongd upp á 2,8 prosent.
Neutralt tap og burturleggingar
Tap og burturleggingar fyri skuldarar ávirka rakstur bankans fyri 2002 positivt við 1,4 mió kr. Henda upphædd er eitt úrslit av munandi størri bruttobroytingum.
Dóttirfelag bankans, tryggingarfelagið P/F Trygd, hevði í 2002 avlop av rakstrinum upp á 3 mió. Kr.
Í rakstri bankans eru útreiðsluførdar 36 mió. Kr. Í skatti, svarandi til 19,5 prosent av úrsliti bankans áðrenn skatt.




