Tað var sera forvitnisligt og hugaligt at síggja kappingina, sum ÍSB hevði skipað fyri í KÍ-høllini leygardagin.
Kappingin varð skipað í trimum bólkum. Ein bólkur fyri vaksin menningartarnað, ein fyri vaksin rørslutarnað og triðið bólkurin var fyri børn.
Boccia er ikki eitt spæl sum vit vanliga síggja her, men tó er tað ikki heilt ókent og líkist í spælireglum nógv teim spølum, sum børnini fyrr høvdu við S-um, høsnarringum, pennum og øðrum, hóast reglurnar í Boccia eru meira nágreiniligar og harafturat er nærum einki mark fyri hvussu tekniskt væl spælið kann vera spælt, samstundis sum øll kunnu royna seg.
Stutt sagt eitt spæl bæði fyri roynd og óroynd og fyri børn og vaksin.
ÍSB fekk sjálvandi eisini hjálp frá lokalum kreftum. Tað vóru tær báðar Margee Dam og Marita Krosstein, sum skipaðu fyri úti á vøllunum og samstundis vóru dómarar.
Margee og Marita siga, at Boccia er eitt spæl fyri øll og at í øðrum londum er hetta spælið sera væl umtókt ímillum eldri og pensionistar.
Margee og Marita undirvísa báðar í Boccia og tær siga, at hevur onkur hug til spælið, ja, so er bert at lata frætta frá sær, tí spælið er til øll og krevur ikki nógv av kropsliga førleikanum, heldur er tað høvdið ein skal brúka at rokna seg út til bestu støður og síðani nakað av teknikki fyri at fáa bóltin at leggja seg har ein ætlar.
Umleið 40 fólk luttóku í kappingini í KÍ-høllini, tey flestu vóru komin úr Havn. Vinnararnir gjørdust
Børn: Nr. 1 Rói Oknadal úr Klaksvík, nr. 2 Ella Maria Rasmussen, úr Klaksvík og nr. 3 Joen Dávur Dam úr Kollafirði.
Vaksin menningartarnað: Nr. 1 Eyðstein Mortensen úr Havn, nr. 2 Júst í túni, úr Havn og nr. 3 Unn Mortensen úr Havn.
Vaksin rørslutarnað: 1. marius Johannesen, úr Havn, nr. 2 Áki Joensen, úr Havn og nr. 3 Jóhannes Ziska úr Havn.




