Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ársaðalfundurin hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag 2003: »KÍ er eitt livandi og mennandi felag, har tað ikki trýtur við hugskotum og stuðli!«

John William Joensen

Vit endurprenta her formansfrágreiðingina hjá Gesti Hovgaard, sum varð løgd fram á aðalfundi hjá KÍ í seinastu viku, í heilum líkið.
Hon gevur eina góða ábending um hvar KÍ er í dag og hvønn veg felagið ætlar sær.

 
Klaksvíkar Ítróttarfelag – Ársfrágreiðing 2002 – Starvsnevnd og Stjórn

Inngangur
Gongdin í felagnum 2002 vísir tað sama sum undanfarnu árini: tað er sera tungt at reka eitt so stórt ítróttarfelag sum KÍ, ið fyrst av øllum skal byggja sínar aktivitetir á ókeypis arbeiðsmegi, og samstundis at hava eina stóra skuld at dragast við.
 
Pengafótbólturin eigur sítt til øktu byrðarnar og krøvini, ein niðurslitin Høll er eitt annað, og tað at finna fólk við tíð og áhuga fyri hesum arbeiðnum, er eitt triðja.  Og dømini eru helst fleiri. Men niðurstøðurnar skulu av tí orsøk ikki vera daprar. Gongdin í 2002 vísir eisini, at als ongin orsøk er at falla í fátt, og árið hevur havt við sær nógvar positivar royndir, sum felagið kann byggja víðari á. KÍ er eitt livandi og mennandi felag, har tað ikki trýtur við hugskotum, stuðli, samstarvsvilja og evnum at venda gongdini.
 
Lítil orka var tíðarskeiðið mai-oktober til annað enn at røkja praktiska arbeiðið kring fótbóltin, og at skaffa stuðuls- og sponsor- og aðrar inntøkur, at reka felagið fyri. Eftir at fótbóltsárið endaði, er rættulig ferð komin á eina rúgvu av øðrum arbeiði, og nú eitt nýtt fótbótsár skjótt fer at byrja, er treystið og stevið gott. Tað er eitt gott útgangsstøði at hava.
 

Fíggjarviðurskiftini.
Raksturin av felagnum, gevur aftur í ár eitt undirskot, og tað eru tað sjálvsagt fleiri orsøkir til hetta, men nevnast skal, at bara tann parturin, ið eitur rentuútreiðslur er umleið helvtin av hesum.
 
Undirskot hevur verið nú í fleiri ár, og tað er onki yvir at dylja, at tað er í hesum rakstrarárinum at fíggjarliga gongdin skal vendast. Arbeitt hevur verið í longri tíð við at fáa eina betri stýring av rakstrinum í lag, og hetta arbeiðið er komið væl áleiðis.
 
I fyrsta lagi, er gjørt eitt stórt arbeiði at fáa gjørt rakstrarætlan, fíggjarskipan og fíggjarstýring. Hetta arbeiðið er komið undir land,  nú rakstarárið 2003 er farið í gongd, men skal umframt styrkjast við at seta ein persón, ið er kassameistari burturav. Hetta verður vónandi í næstum.
 
Í øðrum lagi, vóru í juni mánaða 2003 tiknar upp samráðingar við Norðoya Sparikassa, um at finna eina loysn á vánaligu fíggjarstøðuni í felagnum. Avtalað var fyrst av øllum at fáa avviklað allar skuldarar, soleiðis at øll skuld kom at liggja í Sparikassanum. Hetta arbeiðið er gjørt, og felagið hevur tí í løtuni ongar aðrar kreditorar enn Norðoya Sparikassa.
 
Á hesum grundarlagi, hevur Norðoya Sparikassi nú játtað at umleggja skuldina til lán, og er samlaða skuldin hjá felagnum góðar 3. milliónir krónur. Hetta fer samstundis at minka nógv um rentubyrðuna.
 
Felagið eigur virðir – Høllina – sum saktans dekkar hesa skuldina, men tað er onki yvir at dylja, at raksturin í 2003 má og skal bera seg. Skuldin má burtur onkursvegna, og ongantíð ov skjótt, og tí er rakstraryvirskot og skuldarniðurgjalding aðalmálið nú og kanska nógv ár framyvir.
 
Greitt er tí, at tað má finnast nýtt inntøkuskapandi virksemi. Ein fyritreyt fyri nýggjum virksemi er tó oftani, at investerað verður. Neyðugt er eitt nú at fáa hølini hjá felagnum í góðan stand, so at tey kunnu virka sum ein karmur um teir mongu aktivitetir, ið eru á vøllunum, og til at fáa nakrar inntøkur. At loysa hendan knútin er høvuðskjarnan í virkseminum nú og framyvir, og vónandi gevur restin av hesi frágreiðingini ábendingar um, at vit eru á rættari kós.Ne
 
 
Sponsornevnd
Í byrjanini av juni mánaða varð sett ein sponsornevnd, sum fekk til uppgávu at fáa inntøkur til felagið. Henda nevndin hevur megnað at fáa til vega nógvar inntøkur, fevnandi um sponsorar, stuðlar, reklamuinntøkur vm. Hetta arbeiðið heldur fram nú í 2003, tað er blivið meiri skipað enn í byrjanini, og tað er blivið ein týdningarmikil partur av at reka felagið.
 
Inntøkugevandi virksemi
Tey átøkini, umframt sponsorarbeiðið, ið hava givið felagnum inntøkur í 2002, eru m.a. hesi.
·        Limagjaldið til KÍ varð hækkað, og sett úr 160 kr. upp í kr. 300 (200 fyri ung), og eitt leikaragjald uppá kr. 450 ásett (200 fyri ung). Hækkanin av limagjaldinum varð álagt á seinasta aðalfundi, og síðani viðtikin á eykaaðalfundi tann 26 juni, saman við leikaragjaldinum.
·        Nøkur dansikvøld hava verið í KÍ-høllini, m.a. 2. jólakvøld. Men tað er tungt at fáa dans at bera seg, kanska tí vit ikki eru nóg dugnalig at fyriskipa hesum, ella tí at Klaksvíkingar ikki hava – ella hava mist – vanan at ganga í dans. Ein partur av probleminum er her, at tey hølini og tær umstøðurnar annars vit hava havt at bjóða fólki langt frá eru nøktandi.
·        Sum ein roynd, varð Lognbrá opnað aftur við diskoteki í nakrar mánaðir, sum felagið Sjey00 stóð fyri. Royndin vísur, at hetta gevur lítla inntøku og stórar trupulleikar við m.a. reinføri og larmi. Hetta er ein orsøk, at vit hava valt at steðga aftur við hesum. Ein onnur orsøk eru umvælingarnar av hølunum.
·        Serlig KÍ-pass vóru gjørd í november, har man fyri kr. 500 fær atgongd til allar heimadystir hjá KÍ í steypa- og landskappingini, umframt Europa-cup. Semja er um, at hetta skulu vera nøkur serlig kort, og tí vera tað bara seld íalt 150 – 200 stk. av hesum.
·        Skipað varð í desembur fyri listasølu, har listafólk lótu verk til KÍ, ið seld vóru á uppboði. Hetta tiltakið varð sera væl eydnað.
·        Í desember varð eisini skipað fyri lutaseðlasølu, sum eisini hevur givið nakað av peningi.
·        Tvær Bilastevnur hava verið, ein í vár og ein í vetur.
 
Harumframt eiga eisini Billetinntøkurnar til heimadystirnar hjá 1. deild at nevnast, tí tær eru ein týdningarmikil partur av inntøkum felagsins. Hjá KÍ er ein vælvirkandi skipan við innkrevjarum, og eiga hesir stóra tøkk uppiborna fyri hetta arbeiðið. Atgongugjaldið uppá kr. 50 stavar frá tí tíðini ongin pengafótbóltur var, og umhugsast eigur, um ikki uppskot skal fara til FSF, at loyva hægri prísum til 1. deildardystir.
 
Árliga sølustevnan varð ikki gjøgnumførd í 2002, og skyldast hetta fyrst av øllum, at ongum kring felagið helt seg hava orku at fara undir eitt so stórt tiltak. Men tað er greitt, at sølustevna verður í november 2003.
 
Avtalan við Mylnuhúsið er avviklað, og tað hevur verið í sátt og semju millum partarnar.
 
 
Umsitingarliga arbeiðið
Tað krevur eitt stórt arbeiði, at umsita teir nógvu og ymisku aktivitetir, sum eru í KÍ. Í felagnum hava vit kjakast dúgliga, hvussu vit kunnu fáa hetta arbeiðið at ganga betri, og greiða endamálið er, at ábyrgd og uppgávur mugu leggjast út á so nógvar herðar sum gjørligt, samstundis sum fíggjarstýringin verður strammað avgerandi upp.
 
Nevndararbeiðið
Arbeiðið hjá nevndunum í KÍ er eyðkennt við, at tað manglar eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum tær. At skipa uppgávu- og ábyrgdarbýti millum nevndirnar, er í gongd, fyrst av øllum millum Starvsnevnd / Stjórn og so fótbóltsnevndina. Nú liggur eitt uppskot um hvat arbeiðsøkið hjá fótbóltsdeildini er, bygt á eitt eldri uppskot frá ’99, og fer hetta at virka skjótast til ber.
 
Ein annar trupulleiki er, at uppgávurnar í nevndunum ikki eru plaseraðar á ávísar persónar. Vit royna nú at gera eina skipan, har øll ábyrgd av einari ávísari uppgávu liggur hjá einum og sama nevndarlimi, ístaðin fyri á allari nevndini sum so. So veit hvør einstakur hvat hann gongur inn til, tá hann verður valdur í nevnd, men sjálvsagt er tað framvegis samlaða nevndin sum arbeiðir og tekur støðu í yvirskipaðum málum.
 
Vit hava tosað um, at broyta lógirnar hjá KÍ, sum kunnu tykjast at vera eitt sindur gamlar og fløktar, og eisini er tað so, at eitt nú sponsornevnd, ungdómsnevnd og Áhugafelagið, ikki eru partur av formligu skipanini hjá KÍ. Hetta arbeiðið liggur ikki fyrst fyri, men leggjast eigur eftir at leggja uppskot hesum viðvíkjandi fyri næsta aðalfund.
 
General Manager
Sum partur av minstukrøvunum frá UEFA, álegði FSF okkum at seta ein General Manager. Hetta er ein persónur, sum skal tryggja, at tey minstukrøv til rakstur og umsiting av einum fótbóltsfelagi, ið UEFA setir, eisini vera fylgd. Hetta er eitt krav, skulu vit gera okkum vón um at halda fram í Europeiskum kappingum og vera eitt A-lið í Føroyum. Umframt alt annað gott arbeiði hann ger fyri KÍ, hevur Heri Olsen játtað at taka sær av hesi uppgávuni, og er hann sostatt tann sum teknar felagið yvirfyri UEFA.
 
Dagligur leiðari
Eitt av vilkorunum við sjálvbodnum arbeiði er, at nógv, ið átti at verið gjørt, liggur í órøkt, tí kreftirnar heilt einfalt ikki eru til at taka sær av hesum. Nógv liggur á láni í KÍ, tað er ongin loyna, og tá man harafturat hugsar um støddina á felagnum, so kann alt ikki røktast nóg væl við sjálvbodnari arbeiðsmegi. Kanska mest átroðkandi av øllum er, at onkur má hála í træðrinar, fáa fólk til verka, arbeiða við nýggjum hugskotum, gera serlig átøk, leggja ætlanir nakrar mánaðir, ja kanska ár fram í tíðina. Og hendan mannin funnu vit, tá Bill McLeod frá 01. oktober varð settur í starv sum dagligur leiðari hjá KÍ. Hann er eisini ungdómsvenjari, og tað skal eg venda aftur til. Higartil hevur Bill – eftir avtalu við nevndina – í høvuðsheitum tikið sær av umsitingingarligum og inntøkuskapandi uppgávum, og hansara arbeiði eigur ein stóran lut í, at ferð er á so nógvum sum tað nú einaferð er.
 
Bill eigur stóran heiður av,  at fíggjarkarmarnir eru komnir uppá pláss, at leikarasáttmálar fyri 2003 vóru skjótt og væl avgreiddir, at rættulig ferð er á arbeiðið at skapa betri fysiskar karmar um virksemið hjá KÍ. Royndirnar við at hava Bill her vísa greitt, at tað er neyðugt við løntum fólki í umsitingini, og hevur Bill hevur verið okkum eina sera góð íløga.
Men nú traðkar Bill til úti á vøllinum, og tá kemur aftur at tátta í á umsitingarliga økinum. Tí er rættuliga neyðugt, at tað arbeiðið, ið nú liggur á herðunum á Bill kann spjaðast út á so nógvar herðar sum gjørligt, og setir hetta ikki minst krøv til komandi nevndararbeiðið.
 
Hølisviðurskifti
Felagshølini hava verið útleigaði í longri tíð, og harafturat hevur kontórið verið alt ov lítið. Man kann siga, at av tí sama hevur felagið líkasum mist ein part av síni sál, og tað hava vit roynt at gera nakað við.
 
Nýtt kontór er klárt at takast í brúk í tí sum var “lítla restaurasjón”. Hervið kunnu mongu dagligu uppgávurnar verða loystar frá einum staði, samstundis sum fólk við ørindum hjá KÍ, hava eitt stað at koma.
 
Eisini er tað fínara rúmið á loftinum – VIP-rúmið um man vil – í ferð við at blíva málað og nýtt gólv lagt á.
 
Harafturat er annað umvælingararbeiði í høllini farið í gongd, har tann heilt stóra uppgávan er at modernisera gomlu “Lognbrá”. Nógvir handverkarir eru í gongd við at rokna út hvat arbeiðið kemur at kosta, og tá bæði ljós, hiti, vindeygu, loft, gólv og veggir mugu endurnýggjast, so er greitt at talan er um nógvar pengar. At gera hetta arbeiðið hava vit ikki pengar til í løtuni, men vónandi ber tað til at skrava hesar onkursvegna, eitt nú við at søkja stuðul til endamálið. At fáa arbeiðið gjørt er neyðugt, bæði fyri at skapa betri umstøður fyri aktivitetirnar á vøllunum, og til inntøkugevandi virksemi.
 
Tá liðugt er, fer hetta vónandi alt at geva eitt sindur meiri av stíli yvir okkara arbeiði.
 
Eitt er tó ikki yvir at dylja, og tað er alt tað sum er farið í gongd nú, er ótrúliga væl klárað av einum felagi, har likvidur peningur ikki er tað vit hava mest av.  So uttan at taka nakað sum helst frá Bill, so hevði tað ikki borið til at fingið alt hetta av skafti, uttan at nógv fólk, bæði í og rundanum felagið, hava tikið eina hond í. Og eg skal hervið veita øllum eina stóra tøkk fyri hetta arbeiðið. Vónandi kan hesin stuðulin halda fram.
 
 
Høllin
Høllin er sum flest øll vita, í heldur skirvasligum standi. Suðurendin skuldi umvælast fyri einar 300000 í fjør, um ikki høllin varð stongd nú í vetur. KÍ hevði ongan møguleiki at fáa fígging til hetta, men kommunan játtaði at leggja pengarnar fyri umvælingina út.
 
Raksturin av høllini ber seg so dánt, sum nú er, men har er onki avlop til neyðugu umvælingarnar. Gólvið átti langt síðani at verið skift, takið hevur tað ikki alt ov gott, og rørskipanir/ventilasjónsanlegg kunnu bróta saman nær tað skal vera, umframt nógv annað. Hetta er ein veruleiki, sum má takast í stórum álvara.
 
Ì fyrstu atløgu hava vit gjørt tað, at vit hava hækkað tímaprísin í høllini, og eisini hava vit fingið leigugjaldið frá Kommununi úr 250.000 upp í kr. 450.000 ísv. fimleikin hjá skúlunum. Leigugjaldið líkist nú tí, sum vit kenna aðrastaðni frá í landinum. Men framvegis fær høllin ongan beinleiðis rakstrarstuðul nakrastaðni frá.
 
Nú arbeiða vit við at fáa eina fíggjarloysn uppá rørskipanina, ikki minst fyri at kunna brúka hølini í gomlu “Lognbrá”, sum eisini nevnt omanfyri.
 
Ein umsjónarmaður er settur afturat annaðhvørt vikuskifti, men ongin ivi er um, at tað uppá sikt átti at verið 2 umsjónarmenn í høllini.
 
Ongin ivi er heldur um, at stýringin av høllini eigur at vera munandi betri. Tí eru vit í ferð vit at seta eina Hallarnevnd, sum burturav skal taka sær av at leiðsluni av KÍ-Høllini. Heitt er á 3 persónar at sita í hesi nevndini, og vónandi sigar teir allir tríggjir ja til hetta.
 
Uppá longri sikt er spurningurin hvat skal gerast við Høllina. Hon drenar nógva orku frá felagsarbeiðinum, sum nú er, men samstundis er hon eitt stórt aktiv, sum vit kanska heldur skuldi verið betri til at útnytta. Møguleikarnir eru tríggjir: 1) verandi støða heldur fram, við eini Hallarnevnd sum stýrandi leiðslu, men tá má stuðul frá kommununi helst uppí, ella enn størri leigugjald til, um gólv, tak o.a. skulu gerast. 2) Høllin verður seld til ein sjálvsognarstovn, har t.d. Kommunan, KÍ og onnur eru ognarar, ella 3) Høllin verður lýst til sølu, og yvirtikin av privatum og rikin sum partafelag.
 
Í fyrstu atløgu eru vit komin ásamt við Klaksvíkar Kommunu um at finna út av hvat realvirðið av Høllini er, so at eitt grundarlag at tosa víðari út frá er til staðar. Hetta arbeiðið er gjørt av Rúna Heinesen (fyri KÍ) og Sámal Johannesen (fyri Kommununa), og er hetta nú liðugt.
 
Arbeitt verður víðari við teimum loysnum sum nú einaferð eru, og greitt er, at tað sjálvandi ikki henda broytingar í eigaraviðurskiftunum av Høllini, uttan at hetta er viðtikið av einum aðalfundi hjá KÍ.
 
 
Onnur viðurskifti
Tiknar eru upp samráðingar við Klaksvíkar kommunu um øll viðurskifti, sum partarnir hava ein felags áhuga í at fáa at virka optimalt: høllin, vøllurin, skýlið, ítróttarøkið og ítrótturin sum heild. Hetta arbeiðið gongur eitt sindur seint, men væl.
 
Felagið KÍ-stuðlar hevur latið KÌ 20.000 kr. til bóltkeyp til 1. deild í 2003, sum vit sjálvandi eru sera takksom fyri. KÍ-stuðlar í Havn eru virknir, og tað er sjálvandi ein stórur stuðul fyri felagið, bara at vita, at stuðulsfelag er uttanfyri Norðoyggjar.
 
Talan er um at stovna ein “fan-klubb” hjá KÍ, og roynt hevur verið at birta undir at fáa Áhugafelagið her í Klaksvík at virka aftur. Tað hevur gingið eitt sindur striltið, men vónandi kemur rættulig gongd á nú tá steypa- og landskappingarnar fara í gongd.
 
KÍ hevur í fleiri ár havt sera gott samstarv við Statoil-støðina í Klaksvík, og tosað hevur verið um at gera nýggj felags átøk undir kappingarárinum 2003.
 
Klædnasponsor hava vit ongan í løtuni, men vit hava samráðingar í gongd við fýra útbjóðarir, og tikið verður ein støða í næstum um hvør klædnaavtala verður framyvir.
 
Gjøgnum Finn Johannessen hava vit so smátt fingið eitt samband við enska felagið Everton, og vit vóna at hetta kann mennast framyvir.
 
 
Fótbólturin
Vit koma ikki uttanum, at 1. manslið er flaggskipið í felagnum. Tað kostar okkum nógvar pengar at reka, men tað skaffar eisini felagnum tær stóru inntøkurnar, og ikki minst heiður og æru. Harða kappingin millum feløgini ger, at ongin vegur er uttanum pengafótbólt, um okkara Flaggskip framvegis skal vera við í fremstu røð. Men hetta krevur eitt gott samstarv millum leikarar og nevndir, tí tað er framvegis kjarnin í at fáa tingini at virka optimalt.
 
Í 2002, við Kurt og Dánjal Jákup á odda, rakk liðið einum 3. plássi í heimligu kappingini, og endurnýggjaða luttøku í UEFA-Cup.  Eisini fekk liðið eitt heiðurligt úrslit í UEFA-cup. Harafturat hevði 2. deild eisini eitt gott kappingarár.
 
Tá Kurt valdi at fara til Noregs, mátti nýggjur venjari finnast. Sannast má, at oftani liggur loysnin nærri enn ein heldur, og Jan Joensen stendur á odda fyri 1. deild. Olgar Danielsen er hjálparvenjari, og venur harumframt 2. deild. Í samstarvinum millum venjarar og felag eru vit komin heilt væl frá byrjan, og tað ber vón um eitt spennandi kappingarár.
 
Á kvinnusíðuni gekk væl, sum vanligt, kundi man næstan sagt. 1 deild kvinnur vann alt í Føroyum, og í Europa-cup vunnu tær ein og taptu 2 dystir á eini væl eydnaðari ferð, sum tær megnaðu at fíggja sjálvar. Jón Harald, saman við Ova Nysted, taka sær aftur í ár av venjingini, og vónirnar eru sjálvsagt góðar.
 
Í yngru deildunum vóru nøkur medaljupláss, smágenturnar vunnu gull, smádreingir silvur og smápiltar bronsu. Sostatt vóru heldur ongi gullmerki á dreingjasíðuni í ár.
 
Felagið hevur roynt at vera tíðliga úti í ár við at finna venjarar, at byrja venjingarnar, og í heila tikið eru karmarnir um ungdómsfótbóltin munandi bøttir til kappingarárið 2003. Eisini her eigur Bill sín stóra leiklut, og hann kemur – saman við Anfinn – at leiða hetta arbeiðið. Vit hava fingið venjarar til øll liðini – øll A-liðini í hvussu so er – og eru tað á øllum plássum fólk við drúgvum royndum við venjing og ungdómsarbeiði. Størri arbeiði má gerast fyri at fáa foreldrini við í arbeiðið kring liðini, so uppgávan ikki verður ov tung hjá venjarunum. Bill og Anfinn, saman við ungdómsbólkinum eru í gongd við ymiskum ‘modellum’ fyri hesum og øðrum átøkum.
 
Arbeitt verður við at seta upp nýggjar málsetningar, arbeiðsskipanir og verkætlanir fyri alla ungdómsdeildina, herundir ein meiri áhugaverdan fótbóltsskúla við luttøku úr Everton. Hetta eisini takkað verið arbeiðið hjá Finni Johannessen.
 
 
Hondbólturin
Seinasta kappingarár var 1. lið hjá Stjørnunin nr. 2 í bæði lands- og steypakappingini. Umframt hetta var eitt bronsumerki í dreingjadeildini.
 
Hóast útlitini vóru døpur við byrjan av inniverandi kapping, so hevur ikki gingið so heilt galið, hóast gullmøguleikarnir helst eru farnir. Dreingir 10 ár hava fingið bronsu í landskappingini, og eru við til endaspælið í steypakappingini. Gentur 10 ár eru eisini væl fyri í báðum kappingum, umframt at dreingir 16 eisini hava møguleikar fyri heiðursmerkjum.
 
Tá rakstur og umsiting umræður er støðan ikki góð í Stjørnuni. Nógv liggur á láni í umsitingarliga partinum, og eisini nógv praktiskt arbeiði er ringt at fáa at koyra runt, t.d. at finna fólk til døming, til ferðing og annað.
 
Skal Stjørnan vera betri fyri til næsta kappingarár, so er alneyðugt, at tann komandi nevndin fer til verka beinanvegin, og brúkar summarið til at finna eina kós fyri Stjørnuna til næsta kappingarár. Tað nyttar ikki at bíða til seinastu løtu, og vónandi ber til at fáa fúsar kreftir inn í komandi nevndina.
 
 
Aðrar inntøkur 2003.
Felagið hevur nakrar rímuliga fastar inntøkur, sum greitt er frá omanfyri. Men sum longu sagt, so má meiri til. Avgerandi praktiska uppgávan í 2003 er tí, útyvir tað vanliga, at fáa nýtt inntøkugevandi virksemi. Tað er hetta sum skal tryggja, at felagið aftur kann bera seg fíggjarliga. Onkrar ætlanir eru komnar smátt í gongd, og nevnast kann:
o      1) stuðulsrenning í apríl og september,
o      2) fleiri tiltøk til Norðoyastevnuna.
o      3) at fáa skipaða sølu í gongd, av kioskvørum, av KÍ-souvenirs og evt. av onkrum matvørum eisini.
o      4) stuðulskonsertir og onnur serlig tiltøk.
o      5) útleigan, bingo, fundir, stevnur o.a.
 
Tað er m.a. av hesum orsøkum, at stóra felagshølið og køkurin má í brúkbaran stand. Onkrir bólkar eru settir at taka sær av ávísum uppgávum, men tað er ikki nógmikið, og tí vóna vit at allir góðir K͒arar fara at gera sítt til at hjálpa.
 
 
KÍ – 100 ár
KÍ fyllir 99 í 2003, og sostatt 100 komandi ár. Tað verður ein stór og spennandi uppgáva at fara í gongd við, og nógvar eru ætlanirnar, men aftur her er tíðin knøpp. Eisini her verður brúk fyri hugflogi og fólki at taka eina hond í við. Nakað tíðliga er at koma inn á ætlanirnar her, men nevnast skal, at Jákup Mikkelsen hevur játtað at vera formaður í 100 ára-bólkinum, og hann kemur saman við einum 2 – 3 øðrum at taka sær av tí yvirskipaða arbeiðnum.
 
 
Endi
Ongin ivi skal vera um, at Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur allar møguleikar at venda fíggjarligu gongdini seinastu árini til tað betra, og hevur allar møguleikar eisini framyvir at vera ein ítróttarlig háborg fyri Norðoyggjar og landið sum heild. Hetta krevur hart og miðvíst arbeiði, tað vita vit, men nú kappingarárið skjótt fer at byrja, fer felagsarbeiðið eisini at seta full segl til.
 
At enda fara vit at siga nevndum, stuðulsfólkum, hjálparum og øllum øðrum, sum hava tikið eina hond við í arbeiðnum 2002 stóra tøkk.