Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Gjaldsstova og Toll- og Skatt flyta

John William Joensen

Karsten Hansen, landsstýrismaður sigur við Norðlýsið, at nú verður farið undir seinastu fyrireikingarnar at flyta Føroya Gjaldsstovu og Toll- og Skatt.

Tá bygningurin hjá Páll Josephsen á keiini á sinni varð keyptur av landsstýrinum, var hesin fyrst og fremst ætlaður skattaumsitingini í oljumálum. Hendan deildin er sett á stovn og arbeiðir í hølunum, samstundis sum Almannastovan eisini húsast her.
Nú vera so hølini í neðra sett í stand, soleiðis at Toll- og Skatt og Gjaldstovan kunnu flyta í somu hølir.
Karsten Hansen sigur, at ætlanin er, at bert ein móttøka skal vera í húsinum, soleiðis at allar fyrisitingarnar skulu kunnu brúka somu facilitetir til tænastu til viðskiftafólkini.
Vit hava eina játtan uppá 2,3 milliónir krónur til at seta í stand fyri og júst nú er avgjørt, at landsarkitekturin skal koma við einum uppskoti til fíggjarmálastýrið um hvussu hølini skulu gerast og síðani verður farið í gongd.

Bygningurin á Stongunum
Uppá fyrispurning okkara til Karsten Hansen um gamla bygningin hjá Toll- og Skatt við Stangavegin, sigur hann, at tað einasta hann veit er, at Fíggjarmálastýrið hevur spurt seg fyri hjá Heilsumálastýrinum um teir skulu hava bygningin og til hetta fingu vit tá eitt játtandi svar, men síðani hava vit onki hoyrt.

Dýrt at flyta
Vit royndu so Heilsumálastýrið. Tíverri fingu vit ikki fatur á Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann. Men fulltrúi hansara segði okkum at enn var ikki endalig avgerð tikin um hvørt vardi verkstaðurin á Brekku skuldi flyta í gamla bygningin hjá Toll- og Skatt við Stangavegin ella ikki.
Kristian Árnason, fulltrúi sigur, at Heilsumálastýrið hevur fingið eitt skriv frá Heimarøktini við eini íløguætlan og her sæst, at ein kostnaðarætlan, sum eitt ráðgevingarvirki í Klaksvík hevur gjørt í samband við tær broytingar sum skulu gerast í samband við at Vardi verkstaðurin á Brekku møguliga skal flyta í bygningin, metir, at tað kemur at kosta umleið 5 milliónur krónur at laga bygningin til ein Vardan verkstað.
Tá Fíggjarmálstýrið á sinni keypti bygningin hjá Páll Josephsen á vestara kaiøki, varð samstundis mett, at Fíggjarmálastýrið kundi fáa einar 2,5 til 3 milliónur fyri bygningin á Stongunum um hann varð lýstur til sølu.