Hóast fleiri av leikarunum á KÍ-liðnum í 1999 vóru yngri enn teir, so eru Harley Bertholdsen, Jan Andreasen, Eyðun Klakkstein og Arnold Joensen teir einastu av føstu leikarunum á tí liðnum, sum framvegis í 2003 leika við 1. deild hjá KÍ harafturat var Ovi Nysted eykaleikari tað árið
Jan Joensen, sum sjálvur lyfti FM-steypinum regndagin fyrst í oktober ’99, er í dag høvuðsvenjari hjá felagnum. Hann eigur kanska eisini at teljast við sum leikari, tí framvegis kann hann taka ein dyst á miðvøllinum, um tørvur er á tí.
Tá 1999-liðið hjá KÍ vann alt, sum vinnast kundi tað árið, varð tosað um teir stóru møguleikar, sum hetta lutfalsliga unga KÍ-liðið hevði .
Fleiri høvdu á munni, at fleiri av leikarunum vóru ungir og evnaríkir og tí skuldu átt fleiri góð ár í beinunum.
Dupult so torført at
endurtaka FM-heiti.
Men, sum Harley Bertholdsen og núverandi høvuðsvenjarin hjá KÍ, Jan Joensen, tá søgdu við Sjónvarp Føroya, so er tað hart at vinna eitt føroyameistaraheitið, so er tað dupult so torført at endurtaka tað árið eftir.
Henda útsøgn skuldi seinni vísa seg at vera ógvuliga beinrakin, tí hóast árini síðan tá ikki hava verið beinleiðis vánalig, so kunnu vit í dag staðfesta, at tað ikki bleiv til nakra røð av gull-merkjum fyri liðið frá 1999.
Gamaní hevur KÍ einaferð verið í steypafinaluni síðani, men burtursæð frá framúr avrikinum í Evropa-Cup í fjør, er tað higartil ikki blivið til tað heilt stóra í heimligu kappingunum síðani trífalda meistaraárið 1999.
Í blaðútgávuni av Norðlýsinum fríggjadagin verður meira at frætta um hesar garparnar og fótbóltsárið, sum nú av álvara byrjar.




