Á ábyrgdarfuninum hjá Norðoya Sparikassa fríggjakvøldið vóru, eins og undanfarin á, gávukekkar handaðir. Í ár var ein stórfingin gáva latin PF Draganum.
Sparikassastjórin undirstrikaði at sparikassin ikki hevði fingið nakra umsøkn frá Draganum um stuðul, men at verkætlanin var nakað sum klaksvíkingar eiga at verða stoltir av, og tá kostnaðarmetingar siga at tað kemur at kosta umleið 500.000 kr at gerða tað seinasta arbeiði liðugt, hevði sparikassin av sínum eintingum valt at stuðla verkætlanini við helvtini av hesum krónutalinum, nevnuliga 250.000 krónur.
Hans Eli Hansen tók vegna S/S Dragan ímóti gávukekkinum, og hann viðgekk at teir einki anilsið høvdu um at sparikassin hevði havt ætlanir um at stuðla teimum við "hesi megnar gávu!"
Meiri um hetta í blaðnum fríggjadagin.




