Ein meir enn fullsett ítróttarhøll var sunnudagin karmur um fimleikaframførslur, sum fram um alt útstrálaðu lív og gleði. Har var eingin tapari, tí tað snúði seg ikki um at kappast men heldur at sýna fram tað, ein hevði lært, við yndi og sjálvsáliti.
Væl fleiri enn 1000 áskoðarar fingu sunnudagin enn einaferð staðfest, at fimleikur umframt at vera heilsugóður bæði er yndislig og lívsjáttandi ítrótt, har dentur verður lagdur á rørslur og kraftaravrik undir væl skipaðum og tryggum umstøðum.
Aftan á innmarsj og nøkur orð frá Katrin Jacobsen formanni, varð fyrsta ørindi av tjóðsanginum sungið, og so varð klárt til fyrsta bólkin at sýna fram.
Gentuyndi og
dreingjakæti.
So ymiskar sum tær vóru, høvdu framførslurnar ymisk árin á áskoðararnar í fullsettu KÍ-høllini sunnudagin.
Meir um fimleikaframsýningina í komandi Norðlýsi.




