Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svimjihøllin fingið nýggjar leikur

John William Joensen

Leygarmorgunin vóru vit í svimjihøllini við myndatólinum og har var sjón fyri søgn at børnini hugnaðu sær við nýggju leikunum.

Tað er nógv hent í svimjihøllini seinastu árini, og serliga hava stóru umvalingarnar gjørt høllini sera hugnaliga, og tað eru eisini ábendingar um at klaksvíkingar eru vornir dúgligari til at vitja høllina.
Men fleiri ætlanir eru um at fara av bakkastokkið. M.a. er ætlanin at gera ein sokallaða ”skreiðubreyt” sum kemur at verða har sum rundi hylurin er í dag.
 
Børnini svimja leygarmorgun
Leygarmorgunin er serliga ætlaður børnunum og tá eru hylarnir vanliga á tremur við barnafamiljun og soleiðis var eisni leygardagin tá vit vitjaðu høllina.