Vón okkara er, at býráðsumsitingin við hesum kann geva borgarunum eina betri tænastu, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, sum saman við síni umsiting hevur gjørt av at økja telefon- og upplatingartíðirnar hjá býráðnum.
Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri tekur nú stig til at økja telefon- og upplatingartíðirnar hjá býráðsumsitingini, sum frá og við 1. apríl verða broyttar til eisini at fevna um døgurðatíman.
Hava havt
royndartíð.
– Vit hava í eina tíð tosað um hetta innanhýsis í umsitingini, har tað er breið undirtøka fyri ætlaðu broytingunum, sum merkir, at heili døgurðatímin hjá starvsfólkunum verður tikin av, sigur borgarstjórin, sum eisini upplýsir, at tiltakið hevur fingið undirtøku í býráðnum.
– Seinastu mánaðirnar hava vit gjørt eina roynd, har bæði telefon- og upplatingartíðirnar hava verið skerdar til at vera millum kl. 10 og 12 og millum kl. 14 og 16. Hetta hava fleiri verið misnøgd við, og er tað ein orsøkin til, at vit nú økja tíðirnar aftur.
Opið út í eitt
frá 10 til 16.
– Í nógv ár hevur telefonin hjá býráðsumsitingini svarað allan dagin, meðan dyrnar inn í býráðshúsið vanliga bert hava verið upplatnar millum 10 og 12 og 14 og 16.
– Nú er ætlanin at hava bæði telefonirnar og hurðarnar opnar samstundis, tvs. út í eitt millum kl. 10 og 16.
– Hetta er ein nýggjur møguleiki hjá borgarunum at gera síni ørindi inn í býráðshúsið í døgurðatímanum.
Matarsteðg í
hálvan tíma.
– Fyri starvsfólkini her í býráðsumsitingini er hetta sjálvsagt ein stór broyting, tí við hesum verður matarsteðgurin skerdur niður í ein hálvan tíma, staðfestir Steinbjørn O. Jacobsen, sum vónar at nýggja skipanin fer at rigga væl.
– Vegna matarsteðgin verða øll starvsfólkini sjálvandi ikki tøk allan døgurðatíman, men avtala er gjørd um, at tað altíð eru fólk á hvørjari deild.




